Grimsby er nú á týðandi sjeynda plássinum

Liðið hjá David Geza Turi skoraði sigursmálið í yvirtíðini

Í kvøld spældu David Geza Turi útsetta dystin í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini, League Two á útivølli móti Cambridge United.

 

Geza var á vøllinum í 68 minuttir í dystinum, ið endaði við 2-1 sigri til Grimsby. Cameron McJannett skoraði sigursmálið fýra minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.

 

Kieran Green legði Grimsby á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Beint undan steðginum javnaði heimaliðið til 1-1.

 

Grimsby er nú á sera týðandi sjeynda plássinum, ið gevur rætt til at spæla dystir um uppflyting.

 

Grimsby hevur 74 stig fyri 44 dystir. Teir eru eitt stig frammanfyri Chesterfield, ið hevur 73 stig, somuleiðis fyri 44 dystir. Swindon er eitt stig frammanfyri, og Notts County er tvey stig frammanfyri Grimsby.

 

Komandi leygardag klokkan 12.30 hevur Grimsby heimadyst móti júst Swindon, og kann við sigri fara tvey stig framum Swindon á stigatalvuni.