- Tað er við stórari gleði, at vit kunnu kunngera, at Danny & The Veetos fara á pall á Ljósfestini í Vági leygarkvøldið 15. august 2026.
Soleðis siga tey í Vágs kommunu í dag.
- Seinasta framførsla teirra á G! Festivalinum í fjør fekk stórfingna móttøku, og nú er tað Ljósfestin í Vági, sum fær vitjan av teimum.
Á Ljósfestini kunnu gestir gleða seg til eina framførslu við øllum teimum kendu hittunum, nýggjum løgum og tí serligu nærveruni, sum hevur gjørt Danny & The Veetos til ein av Føroya bestu live-bólkum.
- Kom og uppliv Danny & The Veetos á pallinum leygarkvøldið á Ljósfestini í Vági! ljóðar áheitanin úr Vági.










