Kina bjóðar Evropa búskaparhjálp

Kina sigur seg nú vera til reiðar at hjálpa evrulondunum við einum búskaparligum hjálparpakka, samstundis sum landið er sinnað at viðvirka í hjálparpakkum, sum evrulondini fáa úr Altjóða Gjaldoyragrunninum, IMF.

Ein talskvinna fyri uttanríkisráðið í Beijing vísir á, at evrulondini hava stóran týdning fyri íløgurnar, sum Kina hevur gjørt og ger í útlondum.

Bretska blaðið The Financial Times skrivar, at Kina er komið við einum tilboði um eitt munagott tiltak, sum skal rætta búskapin í Evropa uppaftur. Blaðið hevur tíðindini frá ES-keldum, sum hava tingast við kinesiska varaforsætisráðharran, Wang Qishan, um tilboðið.

Eitt blað í Portugal skrivar í dag, at Kina er til reiðar at keypa fyri millum fýra og fimm milliardir evrur av portugisisku skuldini fyri at lætta trýstið á landið.