Bremen umframt um allan heimin á alnetinum. Mánakvøldið verður Eivør at hoyra í týskum útvarpi. Tað er Radio Bremen, ið hevur boðið Eivør at spæla eina beinleiðis konsert í konserthølini hjá týsku útvarpsrásini [...] tveir tímar langa sending, ið verður send seinni. Konsertin verður kl. 21-23.00 í kvøld og til ber at fylgja við á internetinum á slóðini: www.radiobremen.de/nordwestradio Áhugin fyri Eivør Pálsdóttir [...] vikuskiftinum fer hon t.d. á pall í NASA í sambandi við AME-Reykjavík. Í Danmark er Eivør eisini farin at gera um seg. Eisini í Skotlandi og Kanada hevur Eivør seinnu árini fingið fleiri fjepparar. Í løtuni
og fleiri hava fingið skaða. Myndugleikarnir stúra fyri, at uppaftur fleiri eru innistongd í húsaleivdunum. Útlendsk bløð skriva í morgun, at ein “bylgja” av herviligum tornado’um hava herjað Mið-USA [...] USA Ølstovan í amerikanska býnum Greensburg, har umleið 1500 fólk búðu, er at kalla tann einasti bygningurin, sum stendur eftir í býnum eftir herviligu og óvanliga hørðu hvirluvindarnar í vikuskiftinum [...] harðast raktur av illveðrinum, sum av álvara byrjaði fríggjakvøldið. Borgarstjórin, Steve Hewitt, heldur, at eini 95% av húsunum og bygningunum eru slættað við jørðina. - Tað, sum er hent í Greensburg, er ein
arar í Føroyum. At savna frímerkir er ein lívsstílur hjá honum. Hann hevur verið ein drívkraft í felagnum øll hesi árini. Limirnir í Føroya Filatelistfelag kundu í fjør hátíðarhalda at 70 ár vóru liðin [...] liðin síðan felagið varð stovnað sunnudagin 28. mai 1936. Tá vóru sjálvandi eingi føroysk frímerkir at samla uppá. Hetta var næstan 40 ár áðrenn føroysk frímerki á fyrsta sinni sóu dagsins ljós. Thorolf hevur [...] einans savnað frímerkir. Hann var í mong ár stjóri á bilasøluni P/F Vilhelm Nielsen & Søn í Havn. Eftir at hava arbeitt í fyritøkuni síðan 1957, tók hann við eftir verpápan Vilhelm Nielsen í 1970 og var stjóri
útlendskum spælarum. Silva, sum hevur verið millummaður at fáa landsmann sín til Sandavágs, er lyklaspælari, og Andrzej úr Póllandi hevur víst seg at vera framúr málskjútti. Áðrenn loyvisvindeygað varð afturlatið [...] heimavølli ímóti TB, og so vunnu teir 5-1 í Gundadali ímóti HB. Tað kann ikki útilokast, at tað ávirkar spælarahópin hjá KÍ, at liðið í Formuladeildini er darvað av fleiri skaðum.
liggur so lágt, at hann ikki sær og kann bjarga! Hesin útrætti armurin hjá Gudi er Jesus Kristus! Hann sum var í faðirs síns dýrd, men frásegði sær hana og setti seg sjálvan óendaliga lágt, so at hann enntá [...] lágt vit tí liggja, so fór hann nógv lægri enn vit fyri at taka alt okkara á seg, so hann kann fara undir okkum og bera okkum. Honum nýtist ikki at taka sær av okkum "smákyktum". Men hann ger tað, tí hann
peningurin verður sendur víðari til Samaritan?s Purse, um fer at nýta peningin til hjálpararbeiði millum AIDS-rakt í Afrika. Viðmerkjast skal eisini, at 10% av innsavnaða peninginum fer til Samaritan´s Purse [...] hesi hava hjálp fyri neyðini. Samrøðan verður víst á stórskíggja. Umframt samrøðuna fer Petur Háberg at framføra ein sang í Føroyahúsinum, sum hann hevur gjørt til endamálið. í Oasuni skipar Lívdin eisini [...] sangi. Umframt hettar verður ein stutt framløga um átakið. Í samband vid tiltakið verður møguleiki at lata eina gávu til hjálpararbeiði millum AIDS-rakt í Afrika. Tú kanska hugsar, hvussu lítlan mun hetta
5000 eintøk í heimlandinum, umframt, at hon varð givin út í Danmark. Í løtuni arbeiðir Angu við síni aðru fløgu. Hon kemur væntandi út í september. Tað er lítil ivi um, at okkurt nýtt lag verður á skránni [...] Danmark, har hann livur sum tónleikari og sangskrivari. Hann er vorðin somikið væl umtóktur í Danmark, at hann í fjør var í uppskoti til DMA heiðurslønina fyri besta nýggja navn. Angu hevur altíð havt tónleikin [...] tónleiki. Hann skrivar fangandi løg, sungin á enskum. 20 ára gamal flutti Angu til Nuuk, har hann royndi at fáa eina útbúgving innan KT, men hugurin til tónleikin var ov sterkur. Hann endaði tí sum upptøkutónleikari
landformaður. Sonny sigur, at hetta er ein tann besta vikan í peningi, sum hann hevur havt á útróðri. - Vit hava onkuntíð fingið meira fisk í eina viku, men eg haldi ikki, at vit nakrantíð áður hava selt [...] selt so væl. Nógvur toskur Hann sigur, at av 27.000 pundum, vóru tilsamans 19.000 pund toskur. - Vit fingu umleið hálvt sætta túsund pund í miðal á setuna ella 183 pund fyri hvønn stampin. Sonny sigur, tey [...] upprunaliga var 28 føtur langur. Báturin er longdur, og nú er hann 37 føtur. Langt úti Sonny Kallsoy sigur, at teir vóru fleiri túrar úti á Mýlingsgrunninum í síðstu viku, tá ið tað viðraði so væl, og streymurin
frásagnum. Tað verða tey bæði, Monika Stauss Joensen á violin og Ólavur Jakobsen á gittara, sum fara at spæla lættari undirhaldstónar. Skráin fyri kvøldið verður blandað við vælkendum tónum, og framførslan [...] framførslan verður kryddað við frágreiðingum um tónleikin, tey spæla. Væl samanspæld Monika og Ólavur fara at spæla tónleik eftir eitt nú Grieg, Chopin, sigoynaratónar og tangoir ella stutt sagt; hetta verður [...] tónleikur og tónleikafrásagnir. Absalon Eliasen, sum er uppvaksin í Leirvík, men búsitandi í Havn, fer at greiða frá um ferðamannasigling millum Danmark og Føroyar. Absalon er skipari, og hann er óførur f
kósin verið rættað beinleiðis móti gullmerkjunum. Tað er hon enn, men ÍF fekk tó prógvað, at Dráttur eisini er til at tosa við. Heimaliðið var so ruddiliga oman á í fyrsta settinum, men eftir hetta gjørdist [...] Flogbóltur Tað ber kanska ikki enn til at tosa um nakran veruligan spenning í FM-stríðnum. Men tað var í øllum førum eitt frískt lot í landskappingini, tá ÍF í gjár tók ímóti Drátti í meistaradeildini [...] vant Dráttur seg upp. Í hørðum dysti tóku tær bæði tey næstu settini, og so varð hálvgum lagt upp til, at oddaliðið enn einaferð skuldi ríða stormin av. Tað megnaðu tær tó ikki hesaferð, og so fekk ÍF tvey