Eivør beinleiðis í týskum útvarpi

Eivør Pálsdóttir spælir mánakvøldið beinleiðis konsert, ið verður send á Radio Bremen umframt um allan heimin á alnetinum.

Mánakvøldið verður Eivør at hoyra í týskum útvarpi. Tað er Radio Bremen, ið hevur boðið Eivør at spæla eina beinleiðis konsert í konserthølini hjá týsku útvarpsrásini. Konsertin verður spæld frammanfyri áskoðarum og send beinleiðis á útvarpsrásini og á alnetinum. Eisini verið í sama viðfangi gjørt samrøða við Eivør, ið tó ikki verður send beinleiðis, men eftir ætlan verður til eina tveir tímar langa sending, ið verður send seinni. Konsertin verður kl. 21-23.00 mánakvøldið og til ber at fylgja við á internetinum á slóðini: www.radiobremen.de/nordwestradio
Áhugin fyri Eivør Pálsdóttir er alsamt vaksandi og alt fleiri fólk leggja merki til stóru føroysku røddina. Í Íslandi og Føroyum er Eivør longu eitt kent navn, í vikuskiftinum fer hon t.d. á pall í NASA í sambandi við AME-Reykjavík. Í Danmark er Eivør eisini farin at gera um seg. Eisini í Skotlandi og Kanada hevur Eivør seinnu árini fingið fleiri fjepparar. Í løtuni arbeiðir Eivør við eini komandi fløguútgávu, ið væntandi kemur út í summar. Fløgan verður gjørd í samstarvið við írska framleiðaran Donald Lunny, ið m.a. hevur framleitt U2.