USA
Ølstovan í amerikanska býnum Greensburg, har umleið 1500 fólk búðu, er at kalla tann einasti bygningurin, sum stendur eftir í býnum eftir herviligu og óvanliga hørðu hvirluvindarnar í vikuskiftinum.
Í minsta lagi níggju fólk eru deyð, og fleiri hava fingið skaða. Myndugleikarnir stúra fyri, at uppaftur fleiri eru innistongd í húsaleivdunum.
Útlendsk bløð skriva í morgun, at ein “bylgja” av herviligum tornado’um hava herjað Mið-USA í vikuskiftinum.
Materiuellu skaðarnir eru ógvusligir, og í Kansas halda tey tað vera heilt ótrúligt, um ikki uppaftur fleiri fólk enn tey níggju eru deyð.
Greensburg er býurin, sum er harðast raktur av illveðrinum, sum av álvara byrjaði fríggjakvøldið.
Borgarstjórin, Steve Hewitt, heldur, at eini 95% av húsunum og bygningunum eru slættað við jørðina.
- Tað, sum er hent í Greensburg, er ein ógvuslig vanlukka. Allur miðbýurin er burtur, heimið hjá okkum er burtur, og heimini hjá mínum starvsfeløgum eru burtur, sigur borgarstjórin.
Bjargingararbeiði eftir vanlukkuna hevur verið ógvuliga trupult. Í gjár noyddust myndugleikarnir av gevast við leitingini eftir skaddum og innistongdum íbúgvum, tí fleiri tornado’ir framhaldandi slerdu niður í økinum.
Ógvusligu hvirluvindarnir hava eisini gjørt um seg í øðrum býum í USA í vikuskiftinum, og myndugleikarnir í landinum stúra framvegis fyri fleiri oyðileggingum.









