FSV04 fer um eina løtu úr Sandavági og ígjøgnum báðar undirsjóvartunlarnar. Klokkan 15.15 skulu teir spæla í Klaksvík ímóti næstbesta KÍ liðnum.
Í FSV04 ferðalagnum er ein nýggjur spælari. Heron Charles Anchienta da Silva kom til Sandavágs í gjárkvøldið. Hann sigst vera tekniskt góður miðvallari.
Sjúrður Ellefesen, sum hevur verið leikbannaður í tvey umfør, er tøkur aftur hjá FSV04.
Sambært FSV04 heimasíðuni verður nýggi maðurin nevndur Heron (úttalað Eron).
Í FSV04 hava teir góðar royndir við útlendskum spælarum. Silva, sum hevur verið millummaður at fáa landsmann sín til Sandavágs, er lyklaspælari, og Andrzej úr Póllandi hevur víst seg at vera framúr málskjútti.
Áðrenn loyvisvindeygað varð afturlatið, varð spæliloyvið hjá Heron flutt til FSV04. Sáttmálin millum Heron og FSV04 fevnir um 2006 og 2007.
Eftir fimm umfør er FSV04 saman við ÍF á øðrum plássi við 10 stigum.
Eftir trilvandi trý tey fyrstu umførini, sum einki stig góvu, hevur unga KÍ liðið víst tenn. Fyrst vunnu teir 1-0 á heimavølli ímóti TB, og so vunnu teir 5-1 í Gundadali ímóti HB. Tað kann ikki útilokast, at tað ávirkar spælarahópin hjá KÍ, at liðið í Formuladeildini er darvað av fleiri skaðum.