Sunnudagin 6. mai 2007 vóru 50 ár liðin, síðan Thorolf Bjørklund í Havn gjørdist limur í Føroya Filatelistfelag.
Thorolf Bjørklund gjørdist limur í Føroya Filatelistfelag á fundi felagsins nr. 147 mánadagin tann 6. mai í 1957.
Thorolf Bjørklund er ættaður úr Finnlandi – sonevndur “finnlandssvenskari”, men hann hevur búð í Føroyum síðan miðskeiðis í 50-unum.
Thorolf er ein veteranur innan frímerkjasamlarar í Føroyum. At savna frímerkir er ein lívsstílur hjá honum. Hann hevur verið ein drívkraft í felagnum øll hesi árini. Limirnir í Føroya Filatelistfelag kundu í fjør hátíðarhalda at 70 ár vóru liðin síðan felagið varð stovnað sunnudagin 28. mai 1936.
Tá vóru sjálvandi eingi føroysk frímerkir at samla uppá. Hetta var næstan 40 ár áðrenn føroysk frímerki á fyrsta sinni sóu dagsins ljós.
Teir sum stovnaðu felagið vóru: Petur S. Johannesen, Ingvard Jacobsen, Ole Breckmann, Jacob Jacobsen, Th. Pauli Christiansen og Eivin Isholm. Tá vóru sjálvandi eingi føroysk frímerkir at samla uppá. Hetta var næstan 40 ár áðrenn føroysk frímerki á fyrsta sinni sóu dagsins ljós.
Thorolf hevur ikki einans savnað frímerkir. Hann var í mong ár stjóri á bilasøluni
P/F Vilhelm Nielsen & Søn í Havn. Eftir at hava arbeitt í fyritøkuni síðan 1957, tók
Thorolf við eftir verpápan Vilhelm Nielsen í 1970 og var stjóri har til 1986, tá fyritøkan varð seld. Thorolf var eisini finskur konsul í Føroyum í mong ár. Hann tók við eftir Edvard Mitens í 1970. Poul Michelsen í Havn tók við sum finskur konsul, tá Thorolf Bjørklund legði frá sær.