Hugnaløta
Hóskvøldið 23. februar klokkan 20 verður áhugaverd hugnaløta í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Hetta verður ein løta við tónleiki og frásagnum. Tað verða tey bæði, Monika Stauss Joensen á violin og Ólavur Jakobsen á gittara, sum fara at spæla lættari undirhaldstónar.
Skráin fyri kvøldið verður blandað við vælkendum tónum, og framførslan verður kryddað við frágreiðingum um tónleikin, tey spæla.
Væl samanspæld
Monika og Ólavur fara at spæla tónleik eftir eitt nú Grieg, Chopin, sigoynaratónar og tangoir ella stutt sagt; hetta verður virtuosur og lættljómandi tónleikur í Miðlahúsinum.
Monika og Ólavur hava spælt nógv saman seinastu árini. Tey hava framført um meginpartin av landinum, og tey hava eisini verið á ferð saman í USA, har tey vóru gestir hjá MAY (Music and Art for Youth). Í USA høvdu tey seks konsertir á Los Angeles-leiðini, og ávegis heimaftur til Føroyar, vóru tey eisini eitt í legg í London.
Góður frásøgumaður
Men kvøldið í Miðlahúsinum verður meira enn tónleikur og tónleikafrásagnir.
Absalon Eliasen, sum er uppvaksin í Leirvík, men búsitandi í Havn, fer at greiða frá um ferðamannasigling millum Danmark og Føroyar.
Absalon er skipari, og hann er óførur frásøgumaður.
Á hugnaløtuni í Miðlahúsinum hóskvøldið, har øll eru vælkomnin, verður eisini kaffi og okkurt at bíta í.