Flogbóltur
Tað ber kanska ikki enn til at tosa um nakran veruligan spenning í FM-stríðnum. Men tað var í øllum førum eitt frískt lot í landskappingini, tá ÍF í gjár tók ímóti Drátti í meistaradeildini hjá kvinnum.
Dráttur hevði undan hesum ikki tapt nakran dyst í landskappingini, og við trygga oddasessinum hevur kósin verið rættað beinleiðis móti gullmerkjunum. Tað er hon enn, men ÍF fekk tó prógvað, at Dráttur eisini er til at tosa við.
Heimaliðið var so ruddiliga oman á í fyrsta settinum, men eftir hetta gjørdist spenningurin øgiligur. ÍF tók eisini næsta settið, men so vant Dráttur seg upp. Í hørðum dysti tóku tær bæði tey næstu settini, og so varð hálvgum lagt upp til, at oddaliðið enn einaferð skuldi ríða stormin av. Tað megnaðu tær tó ikki hesaferð, og so fekk ÍF tvey týðandi stig í silvurstríðnum.
Her eru fuglfarðakvinnurnar nú ájavnar TB í stigum, meðan SÍ nú er dottið niður á fjórða plássið.
Hjá monnunum var eisini dystur á Kambsdali mánakvøldið. Her var Mjølnir á vitjan hjá ÍF, og tóku gestirnir øll stigini við sær.
Úrslitini
Meistaradeild kvinnur
ÍF-Dráttur3-2 (25-16, 25-23, 22-25, 23-25, 26-14)
Meistaradeild menn
ÍF-Mjølnir0-3 (20-25, 15-25, 22-25)









