Andakt: Gud sær djúpt

"Hvør er sum Harrin, vár Guð, hann, ið situr so høgt, hann, ið sær so djúpt á himni og á jørð?" Sálmi 113,5-6


Andakt eftir Øssur Kjølbro

Eingin er yvir Gudi, hann er hin Hægsti! Hann hevur altíð verið, er og verður altíð. Hann skapti – uttan ráðgeving ella hjálp – alheimin. Hann skapti himmal og jørð og menniskjað – ja, alt! Hann situr høgt í Himli sínum. Tí tilbiðja og æra vit hann! Vit geva honum tann heiður, ið tilkemur skapara og Gudi okkara.
Men hesin sami Gud sær eisini djúpari enn nakað menniskja! Einki – hvørki í himli ella á jørð – kann fjala seg fyri eyga hansara. Men heldur eingin liggur so lágt, at hann ikki sær og kann bjarga!
Hesin útrætti armurin hjá Gudi er Jesus Kristus! Hann sum var í faðirs síns dýrd, men frásegði sær hana og setti seg sjálvan óendaliga lágt, so at hann enntá doyði ein vanvirðisligan deyða á einum krossi sum heimsins størsti brotsmaður – í okkara stað! Hvussu lágt vit tí liggja, so fór hann nógv lægri enn vit fyri at taka alt okkara á seg, so hann kann fara undir okkum og bera okkum.
Honum nýtist ikki at taka sær av okkum "smákyktum". Men hann ger tað, tí hann elskar okkum óendaliga nógv. Hann, sum er yvir øllum, setur okkum framum alt. Lovaður veri hin Hægsti fyri tað – nú og um ævir!