Útróður
Glastrevjabáturin, Barmur á Eiði, sum Sonny Kallsoy eigur, gjørdi kvettið á útróðri í síðstu viku. Teir høvdu fimm setur og fiskaðu tilsamans 27.000 pund, sum vórðu seld fyri einar 230.000 krónur.
Umborð á bátinum eru tveir mans og kona Sonna, Jenny Kallsoy, er landformaður.
Sonny sigur, at hetta er ein tann besta vikan í peningi, sum hann hevur havt á útróðri.
- Vit hava onkuntíð fingið meira fisk í eina viku, men eg haldi ikki, at vit nakrantíð áður hava selt so væl.
Nógvur toskur
Hann sigur, at av 27.000 pundum, vóru tilsamans 19.000 pund toskur.
- Vit fingu umleið hálvt sætta túsund pund í miðal á setuna ella 183 pund fyri hvønn stampin.
Sonny sigur, tey egna bara feska gággu á húkarnar. Frysta gággu vil hann ikki síggja, sum hann tekur til.
- Línan verður umrikin í landi, og síðan seta vit ígjøgnum trakt. Tað riggar fínt, sigur útróðrarmaðurin.
Barmur er ein bátur av slagnum, Gáski, sum upprunaliga var 28 føtur langur. Báturin er longdur, og nú er hann 37 føtur.
Langt úti
Sonny Kallsoy sigur, at teir vóru fleiri túrar úti á Mýlingsgrunninum í síðstu viku, tá ið tað viðraði so væl, og streymurin í fyrru helvt av vikuni var so góður.