føraranum og hann er í vanda fyri at missa koyrikortið í eina tíð. Skutu neyðbluss Sunnukvøldið um tíggju tíðina á kvøldið boðaðu strandingar frá, at teir høvdu sæð eitt neyðbluss suðuri í fjørðinum. Sýnið [...] og har vóru fýra bilar íblandaðir. Av løgreglustøðini í Havn verður sagt, at talan var um ósketni í flestu førunum. Í sambandi við eitt av ferðsluóhappunum var ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning [...] Tað eigur at verða ein løgin kensla at koma út í tún um morgunin og har finna út av, at nummarspjøldrini eru horvin. Hetta upplivdu tveir bileigarar í Havn um vikuskiftið. Um náttina høvdu ótangar verið
leita - elektroniskt - í øllum tilfarinum, sum hevur verið í Sosialinum seinasta árið. Í dátabásanum liggja gott og væl 7.400 greinar og tíðindastubbar, sum hesa tíðina hava verið í blaðnum - og talið økist [...] hundratals lýsingarnar, sum eru í blaðnum hvønn dag 7.406 greinar á internetinum Í dátabásanum hjá Internet-Sosialinum í gjár lógu 7.406 greinar og tíðindastubbar, sum hava staðið í Sosialinum seinasta árið. [...] in bara er til føroyingar í útlegd. Blaðið er so sanniliga eisini til føroyingar í Føroyum, sum á henda hátt kunnu fáa tíðindini fyrr, men ikki minst til teirra, ið granska í gomlum bløðum. Skúlar o. o
Klaksvík. Hon byrjaði at arbeiða á Ørkini fyrst í august og skal vera í eitt ár fyri fyrst. ? Eg var her í Íslandi í starvsvenjing frá Læraraskúlanum í januar-februar og visti, at her fór at verða eitt [...] annan dag ert tú í móttøkuni. Eg havi hoyrt um onkran á Esju (eitt av teimum størru hotellunum í Reykjavík, blðm.), sum bara eru gongsgentur, men tað hevði eg als ikki hildið út. Gott at lesa í Reykjavík [...] summarið, tá mest er at gera, arbeiða sjey fólk á føroyska sjómansheiminum í Reykjavík. Húsið hevur tann politikk, at tað helst skulu vera í øllum førum tveir føroyingar millum starvsfólkini hesa tíðina. Ein av
høvdu onkrar royndir afturat í fyrra hálvleiki, men í hinum endanum var Rúni í Soylu nær við at leggja B71 á odda, tá hann rakti tvørstongina. Tað gekk rættiliga javnt á, men í 65. minutti fekk heimaliðið [...] vissu luttøku í 1. deild komandi ár. B71 kann standa seg í 1. deild Eli Hentze er ein av teimum mest royndu á B71-liðnum. Hann hevur roynt eitt sindur av hvørjum ? at flutt upp í 1. deild í 1988, at vunnið [...] oddaliðið úr Sandoynni. Men so taptu leirvíkingar í Sandavági, og vikuna eftir fingu teir bert javnleik móti botnliðnum NSÍ. Slíkir dystir skulu vinnast, tá tú ert í oddastríðnum, men tað varð hesin ikki, og tí
Sullentrop í Arco, sum er ein av oddamonnunum í oljufelagnum her í Bretlandi, heldur gass í føroysku undirgrundini kann fáa stóran týdning seinni, men tó, nógv ár frammi í tíðini. Ein trupulleiki í dag er [...] sum eru í Suilven-økinum halda fram vestureftir í hvíta økinum og helst eisini inn á føroyskt økið. Í seinastu seismisku tulkingunum hjá Arco í hvíta økinum ber onkustaðni til at síggja kolvetni í undirgrundini [...] fiskimarkinum í Suilve strukturinum. ? Vit eru sera væl nøgdir við hetta fundið, og seta stórar vónir til komandi boring í økinum sigur Tom Phillips. Arco hevur bundið seg til at bora fimm brunnar í økinum afturfyri
tonsum. Somu tíð í fjør vóru 685 tons løgd upp á Sandoynni. Eisini er nógv meiri fiskur lagdur upp á land í Suðuroynni higartil í ár enn somu tíð í fjør. Virkini í Suðuroynni hava higartil í ár tikið ímóti [...] virkir í prísi. Miðal avreiðingarprísurin á toski størri enn 7 kg. var í juli mánað í fjør 12 kr. meðan hann í ár var 2,10 krónur hægri. Prísurin á stórum toski hevur gjøgnumgangandi verið høgur í ár. Fyrstu [...] aftur í kappingini um fiskin. Sandoy Seafood lat upp í september mánaða í fjør og tí var ikki so nógvu fiskur lagdur upp har suðuri áðrenn tað. Men tað er nógv broytt nú. Fyrstu seks mánaðirnar í ár hevur
mistaka seg. Og hvat er so virðið í vitanini? Tí er sannleikin tann, at meginpartin av lívi okkara liva vit í trúgv, í áliti á persónar og viðurskifti, sum vit møta í lívi okkara, og sum er ein týdningarmikil [...] so fundamentalur, so avgerandi, at í somu løtu trúgvin gerst vitan, heldur hon uppat at vera trúgv, og í somu løtu vitan gerst trúgv, heldur hon uppat at vera vitan. Í Hebrearabrævinum verður trúgv lýst [...] lagnu til í áliti á henda boðskap. Men hann eigur ikki aðra trygd enn hana, sum liggur í boðskapinum sjálvum. Hann kann hava álit á tí, ið har verður sagt honum, hann kann trúgva tí ella vraka tað í vantrúgv
Traðarbrekku í Havn. Men tað skal tað jú. Og tað veit Gunnar væl. Ætlaði at blíva klókari upp á henda mannin, sum í 25 ár virkaði sum býararkitektur í Havn, og sum telist millum fremstu rithøvundar í landinum [...] kegli, eru vit nú mitt í søguni aftur. Hetta er næstan sum í 1946. Tá vóru eisini veruliga kenslur aftan fyri. Sjálvur ivast Gunnar ikki í, hvat tað var, sum útloysti hetta skifti í føroyska fólkaviljanum [...] gav út fyrr í ár. Hon viðger skaldskapin hjá Gunnari Hoydal. Homo viator merkir ferðamaður. Og tað er júst tað Gunnar hevur verið farna árið. Hann hevur ferðast í longri og styttri tíðarskeið í Fraklandi
raplaðu í Berlin og kalda kríggið tiðnaði burtur sum kavi um várið. Vit mugu skilja, at Mjørkadalur var ein í altjóða týdningi sera virðismikil støð. Hon hevur enn týdning, men sjálvsagt ikki í sama mun [...] upp millum Danmørk-Føroyar, og tá má alt mjørkadalsmálið fram í fult dagslýsi. Ískoyti: Í blaðnum hjá Neyðhjálp Fólkakirkjuni NØD fyri august í ár eitur høvuðsgreinin: »Eitt afrikanskt land við sjálvsáliti« [...] royndirnar liggja eftir, tær hvørki sigla ella rógva vit undan. Hvar var trygdin í ríkisfelagskapinum tá. Og ikki minst hatursherferðin í fjølmiðlunum, og hon heldur ikki uppat, nú er alt snarað 1800 aftur. Hvat
komandi summar fer at taka lut í Europa Cup fyri steypavinnarar, tí HB sum bæði meistari og steypavinnari fer at spæla í meistarakappingini, og B36 fer at spæla í UEFA Cup. Í botninum styrktu fuglfirðingar [...] spæla fyri, og í so máta knn tað vera ein fyrimunur fyri TB, at teir skulu spæla á útivølli á Toftum og í Runavík, áðrenn teir í síðsta umfarinum fáa vitjan av GÍ. Steðgurin hjá sandoyingum í 2. deild gjørdist [...] bygdamonnum at fara til Havnar. Í Klaksvík, Gøtu og í Runavík hava teir kanska møguleika at fylgja við í pengunum, men teir hava ikki somu møguleikarnar at fylgja við í øðrum ágóðum, og tað er altso bara