Toskaveiðan nógv lægri enn seinasta ár

Hóast samlaða veiðunøgdin á føroyskum øki, fyrstu seks mánaðirnar í ár, er á leið tann sama sum hon var fyrstu seks mánaðirnar í fjør, so er býtið nakað væl øðrvísi enn tað var í fjør. Toskaveiðan er minkað við umleið 23 prosentum og hýsuveiðan vaksin tilsvarandi

Hagtølini fyri 2 ársfjórðing av hesum árinum eru liðugt uppgjørd og tey vísa at tað er komin nógv minni toskur upp av føroysku grunnunum enn tað vóru komin um somu tíð seinasta ár.

Í fjør høvdu føroysk skip veitt 20.267 tons av toski, men í ár hava føroysk skip bert veitt 15.626 tons av toski. Hetta svarar til eina lækking uppá knøpp 23 prosent.

Tað er tó positivt at síggja, at tað í ár eru avreidd lutfalsliga færri tons av toski uttanlands enn tað vóru um somu tíð í fjør.

Seinasta ár vóru umleið 1.000 tons av toski avreitt uttanfyri landoddarnar, meðan tað talið í ár bert er knøpp 400 tons. Ein góð orsøk til hetta er sjálvsagt prísurin og tað sær út til at føroysk virkir eru før fyri at kappast við útlendsk virkir í prísi.

Miðal avreiðingarprísurin á toski størri enn 7 kg. var í juli mánað í fjør 12 kr. meðan hann í ár var 2,10 krónur hægri.

Prísurin á stórum toski hevur gjøgnumgangandi verið høgur í ár. Fyrstu seks mánaðarnar hevur miðalprísurin verið 14,4 krónur, meðan hann seinastu seks mánaðirnar í fjør var 12,8.

Hetta samsvarar væl við upplýsingarnar um at avreiðingarvirðið økist meir enn landaða nøgdin ger.

Fyrstu seks mánaðirnar í ár var avreiðingarvirðið 460 milliónir krónur, meðan tað fyrstu seks mánaðirnar í fjør var 347 mió. krónur. Hetta er ein hækking uppá ikki minni enn 32,5 prosent.


Fingið nógv meira av hýsu og av upsa

Men tað er ikki bara talan um niðurgongd í veiðunøgd, minni enn so.

Eitt dømi um tað beint mótsatta er hýsuveiðan. Fyrstu seks mánaðirnar í ár hava føroysk skip fingið umleið 62 prosent meir av hýsu enn tey fingu seinasta ár.

Hýsuveiðan var fyrstu seks mánaðirnar í ár 9.854 tons, meðan hon fyrstu seks mánaðirnar í fjør var 6.060 tons.

Upsaveiðan er eisini betri fyrstu mánaðirnar fyrstu seks mánaðirnar í ár enn hon var fyrstu seks mánaðirnar í fjør.

Í ár hava skipini fingið 9.233 tons av upsa, meðan tey í fjør fiskaðu 8.728 tons av upsa. Ikki so nógv meir, men allur bati bøtur sigst.


Línubátarnir fremstir

Samlaða veiðan á føroyskum øki fyrstu seks mánaðarnar í ár var 54.588 tons. Av hesum vóru 49.217 tons løgd upp í Føroyum.

Av teimum 49.217 tonsunum vóru 19.710 avreidd av línubátum.

Hetta er uml. 2.500 tons meir enn seinasta ár. Tá vóru 17.247 tons løgd upp av línubátum.

Øll hini bátasløgini hava havt afturgongdir um enn tær ikki eru so stórar.

Lemmatrolararnir hava fingið á leið tað sama, sum teir fingu seinasta ár, meðan partrolararnir hava havt eina afturgongd uppá umleið 1.000 tons.

Partrolararnir avreiddu góð 15.000 tons fyrstu seks mánaðirnar í fjør, meðan teir, fyrstu seks mánaðarnar í ár, hava avreitt góð 14.000 tons.


Uppboðssølurnar,

Sandoy og Suðuroy

Fara vit eitt stig víðari og hyggja eftir hvar í landinum bátarnir leggja veiðina upp, so sæst, at størsta framgongdin er hjá uppboðssølunum. Fyrstu seks mánaðirnar í fjør vóru 18.455 tons avreidd til uppsølurnar. Í ár hava teir fingið góð 5.000 tons meir.

Higartil í ár hava føroysk skip lagt ikki minni enn 23.853 tons upp til uppsølurnar.

Sandoyggin sær nú út til at verða komin væl við aftur í kappingini um fiskin.

Sandoy Seafood lat upp í september mánaða í fjør og tí var ikki so nógvu fiskur lagdur upp har suðuri áðrenn tað. Men tað er nógv broytt nú.

Fyrstu seks mánaðirnar í ár hevur virkið á Sandoynni tikið ímóti 2.853 tonsum. Somu tíð í fjør vóru 685 tons løgd upp á Sandoynni.

Eisini er nógv meiri fiskur lagdur upp á land í Suðuroynni higartil í ár enn somu tíð í fjør.

Virkini í Suðuroynni hava higartil í ár tikið ímóti góðum 7.100 tonsum, meðan tey um somu tíð í fjør høvdu tikið ímóti knøppum 5.200 tonsum.