Tað er stórur gravgangur eftir bestu spælarunum

Fótbóltur: Niðurflytingin sær út til at gerast ein spurningur millum suðuroyarliðini, meðan tað er avgjørt, at HB, KÍ og B36 skulu spæla í Europa Cup

Spenningurin í toppinum í fremstu fótbóltskappingini er burtur, nú tað resta trý umfør. HB er so at siga FM vinnari. Ein sigur í Klaksvík komandi sunnudag staðfestir veruleikan av hesum, men vinna teir ikki ta ferðina, so verður FM heitið staðfest, tá sumbingar koma í Gundadal annan sunnudag.

KÍ og B36 kappast um silvurkrónurnar, men burtursæð frá æruni spælir tað onga rollu í hvørjari røð hesi bæði liðini fara um málið. Tað er longu greitt, at KÍ komandi summar fer at taka lut í Europa Cup fyri steypavinnarar, tí HB sum bæði meistari og steypavinnari fer at spæla í meistarakappingini, og B36 fer at spæla í UEFA Cup.

Í botninum styrktu fuglfirðingar um sína støðu, og nú bendir alt á, at tað verður eitt stríð millum tvørámenn og sumbingar, sum í Gøtu løgdu rygg til størsta tapið á árinum, hvør skal sleppa undan aftasta plássinum og harvið beinleiðis niðurflyting.

Sumba og TB hava avgreitt báðar innanhýsis uppgerðirnar, og skráin hjá sumbingum er soleiðis, at alt bendir á, at teirra lagna stendur og fellur í, hvussu teir fara at klára seg, tá VB komandi sunnudag kemur suður á Krossin. Í næstsíðsta umfarinum skulu teir í Gundadal at spæla móti HB, og so runda teir av á heimavølli, tá KÍ kemur suður.

TB hevur ikki lætta skrá, men tað hevur ofta nógv at siga, hvat mótstøðuliðini hava at spæla fyri, og í so máta knn tað vera ein fyrimunur fyri TB, at teir skulu spæla á útivølli á Toftum og í Runavík, áðrenn teir í síðsta umfarinum fáa vitjan av GÍ.

Steðgurin hjá sandoyingum í 2. deild gjørdist heilt stuttur. B71 er aftur í 1. deild, og næsta takið hjá teimum verður so at fáa nýggja ættarliðið av spælarum at støðast har suðuri og at leggja ta orkuna í, sum er neyðug, um hugsingur skal vera um at røkka hampuligum úrslitum.


Sáttmálarnir

Men sjálvt um luftin er farin úr spenningsballónini, tá tað ræður um gull og annað skreyt, so er pulsurin framvegis høgur aðra staðni enn í feløgunum, sum stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting.

Millum fótbóltsáhugað verður nógv tosað um, hvørjir spælarar skulu spæla hvar í komandi kappingarári.

Á aðalfundinum hjá FSF, sum var í vetur, samtyktu feløgini karmarnar um tað, sum kann fara at vísa seg at vera yrkisfótbóltur í Føroyum.

Tað vórðu nógvar avtalur gjørdar millum spælarar og feløg undan hesum kappingarárinum, men sambært FSF, so eru tað bara trý feløg, sum hava sent sáttmálar inn til sáttmálanevndina at góðkenna. Hesi trý feløgini eru GÍ, HB og KÍ.

Kemur tað til skarpskeringar um t.d. útflýgging av spæliloyvi, tá ein spælari verður seldur til eitt útlendskt felag, so ber tað ikki til hjá einum felag, sum ikki hevur sáttmála við spælaran, ið er góðkendur av sáttmálanevndini, at biðja FSF at halda spæliloyvinum aftur, tí teir ikki hava fingið tað endurgjaldið fyri spælaran, sum teir halda seg hava rætt til.

Tað lá í uppskotinum, sum varð samtykt, at spælararnir ikki kundu bindast til eitt felag í meiri enn eitt kappingarár, men nú skilja vit, at sáttmálanevndin hevur góðkent onkrar sáttmálar fyri tvey ár.


Kappingin

Fótbóltsárið 1998 er ikki av, men tað verður longu kappast um meistaraheitið í 1999. Feløgini royna at tryggja sær bestu manningina, og spælararnir royna at vera so kaldir, sum tað ber til. Teirra uppgáva er at fáa so stóran peningaligan vinning burturúr frítíðarítrivinum, sum tað ber til.

Søgurnar eru nógvar um, hvør skal spæla hvar komandi ár. Havnarfeløgini dyrgja nógv á bygd, og sum í øllum øðrum viðurskiftum, so er rákið, at bygdaspælararnir tykjast hugaðir at fara til Havnar. Tað fáa teir fyrimunir av, t.d. hava bæði HB og B36 og vinir hjá feløgunum íbúðir, sum teir kunnu bjóða spælarum, og havnarfeløgini eru eisini væl fyri, tá tað snýr seg um viðhaldsfólk, sum kunnu skaffa spælarum lærupláss ella arbeiði í privatum og almennum feløgum og stovnum.

Tíðindi um spælaraflytingar hevur tað ikki borið til at fáa vátta, men tað ljóðar, at havnarfeløgini dyrgja í Klaksvík eftir John Hansen og Marek, og Rógvi Jacobsen, KÍ og Øssur Hansen og Jákup Eli Olsen fara av Toftum og til B36, og stórur áhugi verður eisini sýndur Kristian Høgna Jacobsen og Helga L. Petersen hjá NSÍ.

Bygdafeløgini royna eisini at styrkja seg sum frægast, men hugurin hjá havnarmonnum at fara á bygd at spæla tykist ikki at vera tann sami, sum hann er hjá bygdamonnum at fara til Havnar.

Í Klaksvík, Gøtu og í Runavík hava teir kanska møguleika at fylgja við í pengunum, men teir hava ikki somu møguleikarnar at fylgja við í øðrum ágóðum, og tað er altso bara ein høvuðsstaður við øllum tí, sum hoyrir einum slíkum til.


Avleiðingarnar

Í B36 og HB verður roknað meiri ella minni fyri vist, at feløgini komandi ár mugu klára seg uttan Hans Fróða Hansen, Jákup á Borg og John Petersen.

Tað er neyðugt at fáa nýggjar spælarar fyri hesar, og í staðin fyri ungar havnardreingir er tað sjálvsagt størri nytta í bestu spælarunum á bygd, sum eisini hava drúgvar royndir.

Ynskið hjá feløgunum er at koma í eina góða ringrás, soleiðis at tey við at selja ein ella tveir spælarar av landinum vinna pengar, sum so kunnu brúkast til at keypa spælarar fyri, sum aftur skulu hjálpa til at vinna FM og harvið fáa fleiri pengar úr Europa Cup, so kunnu ein ella tveir spælarar seljast, og so gongur ringrásin víðari.

Pengar hava verið uppi í leikinum í langa tíð, men tað er einki at liggja omaná, at tað hava verið stórar rembingar í ár, og tær tykjast fara at vera uppaftur størri komandi árini.

Fyri feløgini, sum eru við í kappingini ? tey vera ongantíð fleiri enn fimm og helst vera tey færri enn tað ? er hetta spennandi, og tað kemur kanska væl við hjá landsliðnum, at bestu spælararnir mennast í kappingum uttanfyri landoddarnar, men gongdin vísir, at tað fara nógv góð fótbóltsevni burtur ímillum, og tað eru serliga havnardreingir, sum gevast, eftir at teir í yngru deildunum hava víst góð fótbóltsevnir og hava vunnið nógv FM heiti.

Sunnudagin spældi ein, sum hevur fingið sína fótbóltsuppaling í høvuðsstaðarfeløgunum, við ÍF, ein við B68, og í útgangsstøðuni hjá B36 og HB vóru tíggju spælarar, sum hava fingið sína fótbóltsuppaling í Gundadali.

Hetta er tankavekjandi, tí tað býr ein triðingur av fólkinum í Suðurstreymi, og tí skuldi roknast við, at ein triðingur av fótbóltstalentunum vórðu klækt har.

Tað er eisini tankavekjandi, at spælararnir á bestu liðunum fara ikki at fáa ta mótstøðuna frá hinum liðunum, sum skal til, um spælararnir skulu mennast.