Orð: Niclas Johannesen
Mynd: Jens Kristian Vang
Tá Gunnar Hoydal prátar, lurtar tú. Henda blíða, teskandi røddin dregur til sín. Hann prátar, sum um tað, ið verður sagt, skal ikki út um hesar veggirnar, henda hósdagin seinnapart heima hjá Gunnari sjálvum á Traðarbrekku í Havn.
Men tað skal tað jú. Og tað veit Gunnar væl. Ætlaði at blíva klókari upp á henda mannin, sum í 25 ár virkaði sum býararkitektur í Havn, og sum telist millum fremstu rithøvundar í landinum. Í fjør takkaði almenni starvsmaðurin fyri seg, eftir í roynd og veru at hava staðið á odda fyri at byggja og skapa ein nýggjan bý. Føroyska høvuðsstaðin.
Nú skuldi skaldskapurin fáa fulla tíð. Gunnar tveitti seg út í óvissuna. At skriva og skapa í einum landi, har rithøvundar sambært løgtingsins fíggjarlóg ? og føroyskan mentunarpolitikk annars ? eru millum null og onki verdir.
Men far ikki skeivur. Aftan fyri uppknappaðu, blástríputtu funktionerskjúrtuna, býr ein stríðsmaður. Fólk, ið kenna hann kunnu skriva undir upp á, at hann er tigandi maður. Tað eru góðir lurtarar og stórir eygleiðarar ofta. Men viðhvørt so talar hann. Aldrin harðliga, ongantíð ósakliga. Hann er høviskur. Men samstundis býtandi hvassur, skal tað vísa seg.
Føroyar útifrá
?Homo Viator? er heitið á bók, sum Jógvan Isaksen gav út fyrr í ár. Hon viðger skaldskapin hjá Gunnari Hoydal. Homo viator merkir ferðamaður. Og tað er júst tað Gunnar hevur verið farna árið. Hann hevur ferðast í longri og styttri tíðarskeið í Fraklandi, Noregi og Onglandi saman við konuni Jette síðani oktober í fjør.
? Eg havi ferðast í huga og heimi. Eg haldi, tað er týðandi at fara út í verðina og síggja Føroyar útifrá. Fáa kensluna av, hvussu lítlar, óbetýðiligar, avmarkaðar og isoleraðar Føroyar eru.
? Men í huganum eru tær samstundis stórar. Hetta lítla landið umboðar í veruleikanum alt tað, sum verðin er. Vit eiga eitt mál, hava okkara egnu mentan, okkara egnu søgu. Føroyar eru ein heil, sera væl definerað, evarska lítil verð í verðini. Í størri londum, har mentanir renna saman, og ymsu mørkini kámast, er tað nógv verri at gjøgnumskoða alt. Í Føroyum sært tú alt. Hetta er eitt privilegium hjá teimum sum búgva her. Men tað er samstundis eisini ein avmarking. Tú ert skyldur við øll. Veist hvat øll gera. Tú sleppur ikki undan.
Stóra skommin
Hóast langt av landi skotin so slapp føroyski rithøvundin heldur ikki undan eitt serligt kvøld, tann 30. apríl í ár. Hóast hann sat í regni á einum villavegi, í tí ?nokk so keðiliga? enska býnum Southampton, sum hann tekur til.
? Tað var út móti midnátt, tá telefonin ringdi. Eg fekk boðini um úrslitið av løgtingsvalinum. Eitt úrslit, ið var heilt merkiligt. Hetta var í veruleikanum eitt punktum fyri eina gongd, sum hevur verið týðulig seinastu trý árini. Her sita vit 30. apríl 1997 og knappliga er støðan broytt. Aftan á 50 ár við leysum tosi og partapolitiskum kegli, eru vit nú mitt í søguni aftur. Hetta er næstan sum í 1946. Tá vóru eisini veruliga kenslur aftan fyri.
Sjálvur ivast Gunnar ikki í, hvat tað var, sum útloysti hetta skifti í føroyska fólkaviljanum.
? Tá tosað verður um føroysku kreppuna, plaga vit øll at tosa um 6. oktober 1992, tá alt tað føroyska samfelagið í roynd og veru fór á húsagang. Dagurin, tá tann stóra skommin kom niður yvir okkum.
? Men skulu vit hyggja eftir søguligum døgum, ið veruliga vóru við til at broyta føroysku søguna, so má tað vera 27. január 1995.
? Hetta var tann dagurin, tá danska stjórnin segði nei at fáa dómarakanning, hóast eitt samt løgting bað um tað. Aftan á merkti tú eina broyting í fólkinum. Nú ljóðaði millum manna: ?Tað vóru altso ikki bara vit, ið áttu alla skuldina?. Síðani tá hevur verið ein merkilig semja millum fólk um, at skommin skuldi ikki koma aftur yvir okkum. Gongdin vísti, at danski staturin er ikki óvildugur. Politikarar og fólk hava síðani verið grundleggjandi samd um at standa saman í hesum máli. Eftir 27. január 95 hava vit vent tingini á høvdið. Nú siga føroyingar: Samstarv ja. Men vit mugu fyrst og fremst líta á okkum sjálvi.
Gunnar heldur fram og sigur, at hóast partapolitiskar ósemjur framvegis eru ? kanska mest út frá taktiskum orsøkum ? so heldur hann, at politiska gongdin her á landi kortini er eitt framhald av hesu nýggju kensluni: Vit mugu fyrst og fremst líta á okkum sjálvi.
Mentan sum ítriv
Men eisini álit valdast. Og tá talan kemur inn á føroyskan mentunnarpolitikk, er tað ikki júst álit á mentan og list, sum eyðkennir føroysku, politisku søguna.
? Hyggur tú eftir, so er tað stuttligt at vita, at fyrsta føroyska yvirtøkan undir heimastýrisskipanini var mentantarmál. Hví? Tí tað onki kostaði. Tað má jú ikki kosta. Hetta er eisini framvegis høvuðsgrundgeving, tá talað verður um yvirtøkur. Men hví má onki kosta?
? Havi júst verið í Finnlandi á fundi í Norðurlendska Rithøvundaráðnum, og her var tað líka við, at fundurin kom til eina serliga niðurstøðu um Føroyar og tey kor, føroyskir rithøvundar liva undir. Í Føroyum valdar framvegis ein heilt primitivur hugburður, tá tað snýr seg um list.
? Hyggja vit at Svøríki, so er tað møguligt hjá rithøvundum har at fáa legatir upp í fimm ár, so teir kunnu fáa frið at skriva. Í Danmark og Noregi eru áleið somu skipanir galdandi. Og hyggja vit at Íslandi, so hava tey 90 ymiskar hættir at løna teirra rithøvundum uppá. Í Føroyum er absolutt onki.
? Aðrastaðni verður lagdur øgiligur dentur á at stuðla mentan og list. Men her í Føroyum er list bert ítriv. Ikki so; tað hendir eisini nógv spennandi her heima. Eg haldi kortini, at tað átti at verið so, at samfelagið beinleiðis stuðlaði teimum, ið hava víst serligar listagávur. Her hugsi eg serliga um ung listafólk, ið hava víst, at tey duga. Vit hava ein nøgd, vit hava ein breidd, og her er dygd. Men eg eri vísur í, at føroysk list og mentan hevði tikið eitt lop upp eftur, um okkara fremstu listafólk sluppu at arbeiða við listini burturav.
Gunnar heldur fram og sigur, at tað tá avtornar er ein spurningur, um tú heldur list vera eitt samfelagsarbeiði ella ikki.
? Líka sum tú rindar lærarum fyri at læra frá sær, granskarum fyri at granska, og líkasum tú hevur fingið eina umsiting, har fólk fáa løn fyri at fáa alt at rigga, so haldi eg, tað hevði onki gjørt, um samfelagið rindaði nøkrum fáum listafólkum fyri at skapa.
Gunnar nevnir í hesum sambandi, hvussu øvugt alt vendir, um ein rithøvundi vil geva eina bók út í Føroyum.
? Tá ein rithøvundi skrivar eina bók, so skal handritið gerast, bókin skal prentast, bindast inn og seljast. Øll fáa løn. Men høvundin situr í dag ofta eftir við einum undirskoti. Tann, sum upprunaliga skaptið verkið, fær onki. Pyramidan vendir á høvdinum.
Ikki meina ov nógv
Gunnar steðgar á. Hann leggur dent á, at hetta omanfyri verður sagt, sum vanligur samfelagsborgari. Rithøvundin Gunnar Hoydal hevur sambært seg sjálvan nakrar heilt aðrar, strikstar, rætningslinjur.
? Ein rithøvundi, um hann tekur sítt arbeiði í álvara, hevur ikki so nógvar meiningar sjálvur. Eg trúgvi ikki nógv upp á skaldskap, sum er fráboðandi. Eg trúgvi, góður skaldskapur kann siga nakað um fólk. Tað, sum gongur fyri seg millum fólk. Tak bara Jens Paula Heinesen, og hansara søgur um barnaárini í Sandavági. Tað er gott dømi; menniskju, ið uppliva og síggja gjøgnum kenslurnar.
Sjálvur hevur Gunnar kensluna av, at føroyingurin livir í eini spennandi, avgerandi tíð. Føroyingurin er mitt í søguni.
Og júst um sama mundið hevur Gunnar valt at ferðast fulla tíð. Aftan á 25 ár fullkomiliga leysur av klokkustýrdum fundum og reguleringsstýrdum avgerðum um byggiloyvi, vegagerð, húsabygging o.s.fr..
Og kortini.
Í løtuni hevur hann rúgvu av smærri og størri uppgávum fyri alskyns fólk, stovnar og fyritøkur.
? Ja, eg má ansa eftir, sigur Gunnar.
At ferðast tekur tíð, eisini um tað so bar er inn í títt egna høvd at finna svar til ein forvitnan blaðmann. Rithøvundin hevur prátað í tveir tímar. Audiensurin er um at vera av. Hann hevur talað, tú hevur lurtað.Jette, kona Gunnar, er komin heim, og stendur nú í hurðini til stovuna.
? Hvør hevur gjørt kaffi?
? Á, ja. Eg ætlaði at bjóða kaffi, svarar Gunnar.
---------
?Støddin. Okkara forbannilsi og vælsignilsi. Okkara avmarking og serligi møguleiki. Støddin, kanska er hon tað dýrasta, vit eiga og tað vit eiga fram um onnur. Eitt heilt samfelag, sum tað ber til at síggja og vita um í øllum sínum limum og lutum. Har tað næstan ber til at vita hvønn einstakan nevndan og at kenna fólkið og ættina, eitt samfelag, sum í máli, søgu og mentan er ein eind heilt av sær sjálvum, tí at tað liggur fyri seg, langt burturi frá øðrum. Ein bygd í stødd, men samstundis ein fullur heimur við allari skipan og útgerð og við øllum tí samskifti, sum eyðkennir tey stóru samfeløgini og tey stóru londini. Ein bygd, ið er mynd av øllum heiminum, her í stytting og samansjóðing so avmarkað, at lítið ella einki fær verið dult fyri eygum og kenslum.?
Gunnar Hoydal: Heimsbygdin Føroyar