##med2##
Hoyrið samrøðu við danska barna- og undirvísingarmálaráðharrin Mattias Tesfaye omanfyri
Forboð verður sett næmingum at hava fartelefon við til tímarnar í fólkaskúlunum í Danmark og til spæli í ungdómstilboðum.
Ein breiður meiriuti á danatingi hevur fingið semju um hetta.
- Fartelefonir í skúlum og frítíðarskúlum skapa órógv í gerandisdegnum hjá børnum og ungum, sigur barna- og undirvísingarmálaráðharrin, Mattias Tesfaye úr Javnaðarflokkinum, í tíðindaskrivi.
- Eg fegnist um, at vit nú seta tiltøk í verk ímóti teimum soleiðis, at vit kunnu seta fokus á tað týdningarmesta - nevniliga hugdýping, felagsskap og frið.
Tað eru longu ein røð av skúlum, har næmingar til dømis skulu lata fartelefonina inn, tá teir koma um morgunin, og so verða tær bert latnar aftur, tá næmingarnir fara heim.
- Teir skúlarnir verða ikki serliga raktir av lógaruppskotinum. Men vit síggja, at tað framvegis eru ein triðingur av næmingunum, sum eru órógvaðir av talgildum órógvi í undirvísingini. Og tað eru framvegis nógvastaðni, har fartelefonir eru tøkar í steðginum og í frítíðarskúlanum.
- Tað eru eisini framvegis skúlar, sum ikki hava fartelefonpolitikk. So fyri meg er hetta eitt sera týdningarmikið framstig í at verja skúlan sum eitt stað at fordjúpa seg, og har man spælir við hvønn annan í steðginum og í frítíðarskúlanum í staðin fyri at hyggja at einum skermi, sigur Tesfaye við Ritzau.##med3## Mette Frederiksen forsætisráðfrú hevur eisini gjørt viðmerkingar til avtaluna á Instagram.
- Skúlin skal vera eitt stað, har tú lærir. Og har tit eru saman. Ikki eitt stað, har tú risikerar at hvørva út í skíggjarnar, skrivar hon millum annað.
Ítøkiliga er tað stjórnin, saman við SF, Liberal Alliance, Konservativu, Danska Fólkaflokkinum og Radikala Vinstra, sum hevur gjørt avtalu um mobilfrían fólkaskúla og frítíðarskúla.
Avtalan setur eitt lógarkrav um, at skúlastýri, frítíðarskúlaforeldrastýri og ungdómsskúlastýri skulu skapa ein lokalan politikk, sum ger skúlar og frítíðarskúlar uttan fartelefon.
Reglurnar verða galdandi fyri snildfonir og onnur elektronisk tól við atgongd til internetið, men ikki teldur og teldlar, sum skulu nýtast aktivt í undirvísingini.
Her verður í avtaluni roynt at tryggja, at teldur verða nýttar til røttu endamálini.
Skúlarnir mugu innføra innihaldsfiltrering á netinum, soleiðis at atgongdin til heimasíður, sum ikki eru viðkomandi fyri undirvísingina, verða sperraðar.
Í avtaluni eru møguleikar at gera undantøk frá fartelefonnýtslu, um talan er um heilsuvanda - til dømis um ein næmingur við sukursjúku skal fáa mátað blóðsukurið.
Næmingar við dysleksi ella breki skulu eisini kunna fáa hjálp frá telefon ella teldu, um tað er viðkomandi, gera partarnir vart við.
Barna- og Mentamálaráðið fer at gera eina fyrimynd til ein standardpolitikk, sum skúlarnir kunnu brúka.
Men í síðsta enda er tað upp til tann einstaka skúlan at orða politikkin.
/Ritzau/