Ukraina fer at senda eitt anti-dronulið til Danmarkar at deila royndir við evropeiskar sameindar, sigur landsins forseti, Volodymyr Zelenskyj.
- Ukrainsku royndirnar eru tær mest viðkomandi í Evropa. Okkara royndir, serfrøðingar og okkara tøkni kann gerast lykilin til ein framtíðar evropeiskan "dronumúr".
Hetta skrivar forsetin á Telegram.
Fyrr í dag søgdu ES-nevndarforkvinnan og Nato-aðalskrivarin, at ES og Nato skulu skipa ein dronumúr, sum tikið verður til.
- Venjingin kann skapa grundarlagið fyri einari nýggjari skipan til tess at byrgja uppfyri russiskum dronum og øðrum sløgum av dronum, heldur ukrainski forsetin.
Seinastu tíðina hava dronur órógvað eina røð av donskum flogvallum, bæði sivilum og hernaðarligum. Tískil hava danskir myndugleikar sett í verk eitt sivilt dronuforboð um alt landið.











