Amerikanski forsetin, Donald Trump og ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu

Donald Trump: - Hamas fær eina freist á 3-4 dagar

- Tekur Hamas ikki undir við uppskotinum um eina friðarloysn, verður hetta ein ógvuliga dapur endi, segði amerikanski forsetin í dag

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump og ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur seg hava ætlað at givið Hamas eina freist á 3-4 dagar at meta um uppskotið hjá USA fyri friði í Gazageiranum.

 

- Øll arabisku londini eru við, øll muslimsku londini eru við, og Ísrael er eisini við. Nú bíða vit bara eftir Hamas, sigur forsetin á tíðindafundi í dag.

 

Donald Trump leggur aftrat, at Hamas fer antin at taka undir við uppskotinum - ella fara tey ikki at gera tað.

 

- Tekur Hamas ikki undir við uppskotinum um eina friðarloysn, verður hetta ein ógvuliga dapur endi, segði amerikanski forsetin í dag.

 

 

 

 

 

 

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump og ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu