Heilsuskúli FØROYA

Við jøvnum millumbilum eru røddir frammi um, at ein av orsøkunum til, at tað mangla heilsustarvsfólk innan eldraøkið, er staðsetingin av Heilsuskúla Føroya í Suðuroynni.

Sjálv havi eg undirvíst á Heilsuskúla Føroya í meira enn 16 ár og havi verið við til at útbúgva fleiri hundrað røktarstarvsfólk, sum hava stórtrivist á Heilsuskúlanum og í Suðuroynni. Flestu teirra siga, at tað hevur verið eitt tað besta tíðarskeiðið í lívinum!

 

18. mars 2024 skrivaði eg eina innbjóðing til miðlarnar um at vitja Heilsuskúla Føroya, tí eg var so troytt av neiligu miðlingini av skúlanum.

 

Eg veit ikki, um Tórður Mikkelsen hevur sæð innbjóðingina, men nýggjasta sendingin ”Við Tórði á túri” gongur fyri seg á Heilsuskúla Føroya.

 

Sendingin liggur á heimsíðuni hjá KVF http://kvf.fo og eg vil mæla øllum til at lurta.

 

ENDILIGA eitt fjøltáttað og jaligt innlit í virksemi á Heilsuskúla Føroya; takk fyri, Tórður Mikkelsen!

 

Starvsfólkatrotið innan røktar- og umsorganarøkini er eins stórt ella størri í okkara grannalondum. Har eru heilsuskúlarnir nógvir í tali og eru geografiskt spjaddir, men starvsfólkatrotið er tað sama ella størri.

 

Hví, tá tað er so lætt atkomuligt til útbúgvingarnar?

 

Tað er altso ov lætt og ábyrgdarleyst bara at melda seg inn í grátikórið, sum vil vera við, at staðsetingin av Heilsuskúla Føroya er høvuðsorsøkin til starvsfólkatrotið innan røktar – og umsorganarøkið.

 

Trupulleikin er nógv meira kompleksur og samansettur enn so.

 

Hví verður ljós ikki varpað á starvsfólkatrotið frá ymiskum sjónarhornum?

 

Einki verður tosað ella skrivað um tey mongu, sum hava nomið sær útbúgving á Heilsuskúla Føroya, men sum ikki arbeiða innan viðkomandi økið.

 

Hví gera tey ikki tað?

 

Kann tað hugsast, at arbeiðsumstøðurnar ikki eru nóg góðar?

 

Verða starvsfólkini sædd, hoyrd og vird av leiðslunum?

 

Kann tað hugsast, at virðingin hjá okkum øllum fyri hesum størvum er ov lág?

 

Hvussu er trivnaðurin hjá starvsfólkunum?

 

Hvussu er normeringin?

 

Vit hava nærum einki arbeiðsloysið í Føroyum í dag. Verður eldraøkið tilvitað valt frá, tí tað er lætt at fáa onnur størv, har arbeiðsumstøðurnar eru øðrvísi og møguliga meira nøktandi?

 

Lønarlyftið, sum Javnaðarflokkurin fór til val upp og sum er partur av samgonguskjalinum, er framt.

 

Løgtingið hevur samtykt løn undir útbúgving til næmingar á Heilsuskúla Føroya, sum taka útbúgvingina eftir ávísum treytum og nú bíða vit eftir, at avvarandi fakfeløg og kommunala arbeiðsgevarafelag vónandi finna ein loysn í næstum, so skipanin kann setast í verk.

 

Tó er enn langt á mál fyri at nøkta starsvfólkatørvin.

 

Latið okkum í felag royna at loysa veruligu avbjóðingarnar.

 

Latið okkum í felag brúka orkuna uppá at finna loysnir og taka ábyrgd, so tað verður meira lokkandi at arbeiða innan røktar- og umsorganarøkini við tí tign, sum tað hevur uppiborðið.

 

GEVIÐ GÆTUR

 

At enda eitt hjartasuff; vælsignaðu tit, sum halda tykkum vita so væl um skúlan, útbúgvingarmøguleikar, útbúgvingarleist og alt, sum IKKI ber til.

 

Setið tykkum inn í viðurskiftini, áðrenn tit úttala tykkum. Okkurt hevur verið beinleiðis flóvisligt at lurta eftir.