Tí við hjartanum trúgva vit til rættvísi, og við munninum játta vit til frelsu. Tí Skriftin sigur: »Eingin, ið trýr á hann, skal verða til skammar«. Tað er eingin munur á jødum og grikkum; øll hava tey sama Harra, og hann er nóg ríkur fyri øll, sum ákalla hann, tí »hvør tann, ið ákallar Harrans navn, skal verða frelstur«.
Men hvussu skulu tey ákalla hann, ið tey ikki trúgva á? Og hvussu skulu tey trúgva á tann, ið tey ikki hava hoyrt um? Og hvussu skulu tey hoyra, um ikki onkur prædikar? Og hvussu skulu tey prædika, uttan at onkur verður sendur? Sum skrivað stendur: »Hvussu yndisligt er ikki ljóðið av fótafetum teirra, ið bera góð tíðindi!« Men ikki øll vóru gleðiboðskapinum lýðin; tí Jesaja sigur: »Harri, hvør trúði boðskapi okkara?« Sostatt kemur trúgvin av tí boðskapi, ið hoyrdur verður, og boðskapurin kemur við orði Krists. (Róm. 10,18?17).
Tað er vorðið so vanligt at seta vitan upp móti trúgv, at vit ikki longur geva okkum far um, hvussu misvísandi tað í roynd og veru er. Og sjálvsagt er fyritreytin altíð tann, at trúgvin er tað óvissa, tað sum vit einki vita um, og sum vit tí ikki kunnu líta á. Tann, ið byggir á trúgv, stendur á dandandi grund, tí tryggleiki og vissa eru ongantíð í trúnni. Trúgvin veitir ikki vissu, men óvissu. Og skalt tú tí kenna teg tryggan, tá mást tú byggja á vitan, tá mást tú byggja á tað, ið tú veitst, er haldgott, tí tú kennir tað og hevur roynt tað. Henda fatan kemur eisini til sjóndar í vanligari málbering. Serliga týðiliga kemur hetta til sjóndar, tá ið sagt verður: hetta er ikki nakað, sum eg haldi, men hetta er nakað, sum eg veit.
Tað er tó rætt at siga, at tað er munur á trúgv og vitan, tí víst er tað tað. Men heldur ikki vitanin røkkur í hvønn krók í mannalívinum, tí eisini hon hevur sínar avmarkingar. Hugsa bara um dagliga lívið saman við øðrum menniskjum. Hvat vita vit veruliga um tey menniskju, sum vit tó líta ein stóran part av lívi og lagnu okkara upp í hendurnar á? Og øll hesi óteljandi svikini og vónbrotini, eru tey ikki besta prógvið um, hvussu lítið vit veruliga kenna medmenniskja okkara og vita, hvat í tí býr, og hvussu langt tað er á botn í menniskjanum? Og hvat hevði verið av samstarvi og samlívi millum menniskju, um vit frammanundan skuldu kent hvønn krók í hjarta og sinni teirra? Og støðan er hin sama, tá ið tað snýr seg um vitan okkara á øðrum økjum. Hana hava vit næstan bara frá øðrum, úr bókum og óbeinleiðis ella beinleiðis frá øðrum menniskjum. Men hvør sigur, at tað er rætt, sum í bókunum stendur ella verður sagt okkum av øðrum? Hava vit ikki upplivað, at bæði bøkur og menniskju mangan mistóku seg? Ja, sjálvt leksika kunnu geva skeivar upplýsingar, og tann dagur man ongantíð fara at upprenna, tá orðini ikki longur eru sonn: Errare humanum est, tað er menniskjaligt at mistaka seg. Og hvat er so virðið í vitanini?
Tí er sannleikin tann, at meginpartin av lívi okkara liva vit í trúgv, í áliti á persónar og viðurskifti, sum vit møta í lívi okkara, og sum er ein týdningarmikil partur av tí. Og tá ið saman um kemur hevur trúgvin størri týdning enn vitanin fyri lívið. Tí er eingin orsøk at vanvirða trúnna og upphevja vitanina. Tann, ið tað ger, avdúkar bara, at hann ikki hevur hugsað nóg nógv um lívið og tey viðurskifti, ið tað skal livast undir. Tí tað er trúgvin, sum er tað berandi í lívi okkara, og uttan trúnna, hetta ógrundaða og manga svikna álitið, kryplast og følnar lívið. Og tað lív, sum einans byggir á vitan ? so leingi tað varir, verður tað ongantíð annað enn ein kryplaður runnur, sum stúrin bíðar eftir seinasta storminum.
Men sum sagt, er munur á trúgv og vitan. Og hesin munur er so fundamentalur, so avgerandi, at í somu løtu trúgvin gerst vitan, heldur hon uppat at vera trúgv, og í somu løtu vitan gerst trúgv, heldur hon uppat at vera vitan. Í Hebrearabrævinum verður trúgv lýst sum fast álit á tað, ið vónað verður, sannføring um tað, ið ikki sæst (Hebr. 11,1). Vitan hoyrir hesum heimi og viðurskiftunum her til. Og sum alt her er eisini hon avmarkað og kann ikki fara um hesi mark, uttan at avnokta seg sjálva. Trúgvin hoyrir ikki hesum heimi og viðurskiftunum her til, hóast hon hoyrir mannalívinum til. Hon hoyrir mannalívinum til, men hon er ikki løgd undir tær avmarkingar, sum annars alt í mannalívinum er lagt undir. Sum alt annað hevur hon sínar fyritreytir, men tær snúgva seg um, hvussu trúgvin verður til, og um tað verður ein sonn ella ein følsk trúgv.
Trúgvin hevur altíð sín uppruna í onkrum øðrum. Trúgv hevur altíð sína orsøk í einum ella øðrum vitnisburði, og hon kemur ongantíð av trúgv. Men tað var júst tað, ið Rudolf Bultmann gjørdi, tá ið hann avmytologiseraði uppreisnina, at hann læt trúnna koma av trúgv. Uppreisnin skuldi ikki vera, at hin krossfesti og deyði reis úr grøvini, men at lærisveinarnir aftur komu til trúgv á hann, eftir at teir langa fríggjadag høvdu uppgivið hana. Men tá er tað trúgvin hjá lærisveinunum, ið ber boðskapin, og ikki boðskapurin ið ber trúnna. Og sum tað var væntað, fánaði eisini henda prædika burtur, og nú meir enn 40 ár seinni tekur neyvan nakar hana upp á tunguna. Og skararnir av sokallaðum modernaðum menniskjum, ið hon skuldi leiða aftur til kirkju og kristindóm, teir komu ongantíð. Tí antin trýrt tú uppreisnini, ella avnoktar tú hana, aðrir møguleikar eru ikki og hava ongantíð verið.
Tað er henda óbroytiliga raðfylgja, ið Paulus staðfestir við orðunum: Men hvussu skulu tey ákalla tann, ið tey ikki trúgva á? Og hvussu skulu tey trúgva á tann, ið tey ikki hava hoyrt um? Og hvussu skulu tey hoyra, um ikki onkur prædikar? ? So statt kemur trúgvin av tí boðskapi, ið hoyrdur verður, og boðskapurin kemur við orði Krists. Soleiðis hongur tað saman; hetta er raðfylgjan, og hon kann ikki broytast, uttan at trúgvin sum kristin trúgv gerst nakað annað enn tað, hon í roynd og veru er. Tann, ið er komin til trúgv, hevur hoyrt nakað, sum hann hevur fingið álit á. Hann hevur hoyrt ein boðskap og er vorðin sannførdur um, at boðskapurin er sannur, og tí er hann til reiðar at leggja lív og lagnu til í áliti á henda boðskap. Men hann eigur ikki aðra trygd enn hana, sum liggur í boðskapinum sjálvum. Hann kann hava álit á tí, ið har verður sagt honum, hann kann trúgva tí ella vraka tað í vantrúgv.
Kristin trúgv er álit á Gud, sum Heilagi Andin virkar við orðinum. Hon er, sum Luther segði, tað at vænta sær alt gott frá Gudi. Og samstundis er trúgvin ein frígering frá allari stúran fyri, hvat ið vit skulu gera, fyri at fáa lut í Guds lyftum. Gud hevur í Jesusi Kristi gjørt alt, ið neyðugt er, fyri at vit aftur kunnu gerast børn hansra og fáa lut í tí ríki, sum Jesus við lívi, deyða og uppreisn síni hevur vunnið menniskjum. Tað er hetta, ið evangeliið treytaleyst lovar okkum. Og okkara svar verður antin við tøkk at taka ímóti tí óuppibornu gávuni ella í vantrúgv at havna henni.
Men vit kalla eisini nakað at vera í góðari trúgv, og tað merkir, at kanska er tað ikki heilt, sum tað eigur at vera, men tað man vera á einari leið kortini. Við eitt minningarhald í sambandi við deyða Karl Barths helt katólski professarin, Hans King eina talu. Hann endaði talu sína við hesum orðum, sum eg fari at loyva mær at endurgeva. Hann segði: »Fyri nógvum árum síðan tosaðu vit báðir um pávan og pæturstænastuna í kirkjuni. Og tá ið hann ikki var samdur við meg, segði eg brosandi við hann: Eg haldi tó, at tú ert í góðari trúgv«. »So tað heldur tú«, svaraði hann álvarsamur. »Sjálvur haldi eg tað ikki. Men einaferð kemur dagurin, tá eg skal fram fyri Harra mín, og tá komi eg ikki við mínum góðu gerningum, við øllum dogmatikkbólkum mínum í einum leypi á rygginum ? tá høvdu einglarnir flent. Og eg fari heldur ikki at siga, at tað kortini var væl meint, at eg var í góðari trúgv. Men bara hetta eina havi eg tá at siga: Harri, náða meg neyðars syndara!« Og Küng leggur afturat: »Hetta er tann trúgvin, ið øll kristin eru samd um, og tað er okkara vón, at Karl Barth frá Gudi fekk tað, sum hann bað um«.
So fari eg at ynskja fólkinum her hjartaliga til lukku við degnum, nú kirkja tykkara fyllir 160 ár. Í 160 ár hevur nú evangeliið verið boðað í hesi kirkju, og í gleði og sorg hevur fólkið leitað higar fyri at hoyra, hvat ið Gud vildi tala við tey. Her vórðu byrðar settar av, so farast kundi undir aftur gerandisdagin við góðari samvitsku. Og hiðani lýsti á lívsleiðina tann glæman, ið gav vissu fyri, at á allari lívsferðini eisini teirri seinastu vóru tey í Guds hondum.
Gævi at tit eisini í framtíðini fara at varða um kirkju tykkara og við gleði at leita higar, tá ið klokkan kallar. Tí tað verður tykkum til signingar, lýða tit á, og halda tit fast við tann boðskap, ið kirkjan er sett at bera, og fylgja tit tí vegi gjøgnum lívið, sum Guds orð vísir tykkum. Tí, sum skaldið sigur: »Tvinnar eru gøturnar, onnur víkur frá«. Tað finst ein onnur gøta, men hon víkur frá, og hon verður ongum til signingar í longdini. Og tað er ævinliga satt, sum Gud á sinni segði við fólk sítt, og tað er eisini galdandi fólk okkara: »Ísrael, tú kemur tær í óføri, tí einans hjá mær er frelsa«.
Gud signi hesa kirkju, og hann signi hesa bygd, fólkið her og alt fólk okkara.
Amen.