Sveinur Tróndarson
Tað eigur at verða ein løgin kensla at koma út í tún um morgunin og har finna út av, at nummarspjøldrini eru horvin.
Hetta upplivdu tveir bileigarar í Havn um vikuskiftið. Um náttina høvdu ótangar verið uppá spæl og vóru farnir við nummarspjøldrunum á bilum teirra.
Tað sum ger hendingina uppaftur verri er, at annar bilurin er íslendskur.
Um spjøldrini koma aftur í aftur er ilt at siga, men løgreglan leitar eftir teimum og teir heita á fólk, sum veit nakað um tey at siga, um at boða løgregluni frá á tlf. 311448.
Numrini vóru hesi:
R69280 og UG691.
Harmonkiusamanstoytur
Fýra ferðsluóhapp hendu í Havn um vikuskiftið. Eingin fólkaskaði var og bilarnir fingu heldur ikki so stóran skaða.
Í tí eina førinum var talan um ein harmonikusamanstoyt og har vóru fýra bilar íblandaðir.
Av løgreglustøðini í Havn verður sagt, at talan var um ósketni í flestu førunum.
Í sambandi við eitt av ferðsluóhappunum var ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning.
Blóðroynd varð tikin av føraranum og hann er í vanda fyri at missa koyrikortið í eina tíð.
Skutu neyðbluss
Sunnukvøldið um tíggju tíðina á kvøldið boðaðu strandingar frá, at teir høvdu sæð eitt neyðbluss suðuri í fjørðinum.
Sýnið var einki serligt, men løgreglan fór kortini at leita.
Leita var nokk so leingi, men kortini funnu teir einki, sum kundi geva nakra ábending um at nakar var neyðstaddur og eingin fráboðan er komin løgregluni í hendi um at nakar bátur er saknaður.
Løgreglan metir tí, at talan er um onkran, sum í ovfarakætið hevur spælt sær við eitt neðybluss.