Internet-Sosialurin í nýggjum hami

Í dag er eitt ár liðið, síðan Internet-Sosialurin á fyrsta sinni varð lagdur út á Internetið. Í dag eru fleiri enn 7.400 greinar og tíðindastubbar at síggja í dátabásanum hjá Sosialinum. Internet-Sosialurin kemur í dag út í nýggjum sniðið

Eirikur Lindenskov


Í dag er liðið eitt ár síðani, at fyrsta útgávan av Sosialinum varð løgd út á Internetið. Hetta ber í sær, at nú er eitt heilt ár av Sosialinum at finna á internetinum, og tann, ið er haldari av Internet-Sosialin hevur møguleika at leita - elektroniskt - í øllum tilfarinum, sum hevur verið í Sosialinum seinasta árið.

Í dátabásanum liggja gott og væl 7.400 greinar og tíðindastubbar, sum hesa tíðina hava verið í blaðnum - og talið økist sum vera mann hvønn dag.


Út til lesarar

um allan heimin

Ætlanin við internetútgávuni var alla tíðina, at alt lesitilfarið, sum er í vanliga blaðnum, eisini skuldi leggjast út á Internet-Sosialin, og kunnu vit afturlítandi staðfesta, at hetta hevur hepnast væl.

Tey eru fleiri, sum hava spurt okkum, hví vit hava lagt so stóran dent á eina internetútgávu av einum føroyskum blað. Ikki minst eru tað starvsfelagar í útlondum, sum hava sett fram hesar spurningar. Men tá vit hava svarað, at vit hava fleiri túsund lesarar úti í heimi, sum á henda hátt hvønn dag kunnu fáa tíðindi heiman - so skilja øll hugsanina aftan fyri tiltakið.

Men tað skal heldur ikki skiljast sum so, at Internet-Sosialurin bara er til føroyingar í útlegd. Blaðið er so sanniliga eisini til føroyingar í Føroyum, sum á henda hátt kunnu fáa tíðindini fyrr, men ikki minst til teirra, ið granska í gomlum bløðum. Skúlar o. o. fáa á henda hátt ein kærkomnan møguleika - skjótt og lætt at leita í tilfarinum, sum hevur verið í blaðnum hesa tíðina.


Fleiri møguleikar

við myndum

Men hvørjar broytingar verða so, tá Internet-Sosialurin skiftir ham, um vit so kunnu siga.

Jú, fyri tað fyrsta hava vit eitt nýtt lay-out - eitt nýtt snið, sum vit við royndunum hetta árið hava roynt at tillaga blaðnum. Nýggja útgávan er ikki bygd upp í rammum, eins og tann gamla. Men nú hevur brúkarin sjálvur møguleika at velja, hvønn skermupploysing hann hevur, ella v. ø. o. kann hann sjálvur definera breiddina á vindeyganum soleiðis, at hon altíð passar til tann telduskíggjan, sum hann hevur.

Vit hava við nýggju útgávu størri møguleikar við myndum, og verða í framtíðini fleiri myndir at síggja í internetútgávuni, enn áður.

Til tess at kunna lesa blaðið á internetinum, mást tú vera haldari av Internet-Sosialinum. At halda Internet-Sosialin kostar tað sama sum at halda vanliga blaðið - 240 krónur. Men ert tú framman undan haldari av Sosialinum - blaðútgávuni - so fært tú Internet-Sosialin fyri hálvan prís - 360 krónur um ársfjórðingin fyri bæði.


Kærkomið høvi at leita í gomlum bløðum

Men sum haldari av Internet-Sosialinum kunnu vit bjóða tær aðrar tænastur. Ein teirra er Blaðsavnið. Her liggja - sum longu nevnt omanfyri - øll bløðini, sum komin eru út seinasta árið. Ætlanin hjá okkum er umframt at fáa lagt eldri tilfar út eisini, men fyribils verður tað alt tilfarið, sum skrivað er eftir 3. september 1997 - í fjør.

At vera brúkari av Blaðsavninum kostar 100 krónur um ársfjórðingin.

Ein onnur tænasta, við bjóða, kallast Ávaringarskipan. Við hesi skipan kanst tú biða um at fáa ein e-mail, hvørjaferð eitt ávíst orð kemur fyri í Internet-Sosialinum. Fekk løgmaður sær hesa skipan, so kundi hann fingið ein e-mail sendandi, hvørja ferð eitt nú orðið »løgmaður«, ella »Annfinn Kallsberg« varð nevnt, og soleiðis verða ávaraður, tá skrivað verður um hann.

At vera brúkari av Ávaringarskipanini kostar 100 krónur um ársfjórðingin.


Klippikortskipan

Ynskir tú at kunna lesa Internet-Sosialin uttan tó at gerast haldari - hetta kann vera, tí tú ikki sleppur at internetsambandi hvønn dag - so hava vit eisini eina klippikortskipan at bjóða tær.

Klippikortini eru til 10, 25 og 50 ferðir. Eitt klippikort við eitt nú 10 klippum á merkir, at tú sleppur inn á Internet-Sosialin 10 ferðir - men 18 tímar hvørja ferð. T. e. at tú kanst sløkkja telduna og logga teg inn aftur á Sosialin, so ofta tú vilt innan 18 tímar - og tað telur bara fyri ta einu ferðina.


Lýsingar og Lýsingartorgið

Handilslýsingar annars í blaðnum verða ikki lagdar út á Internet-Sosialin, men møguleiki er fyri serligum internetlýsingum, sum vit eisini hava havt á Internet-Sosialinum síðan byrjar. Umframt hetta hava vit eisini Lýsingartorgið á internetinum, har til ber at síggja allar tær hundratals lýsingarnar, sum eru í blaðnum hvønn dag



7.406 greinar á internetinum


Í dátabásanum hjá Internet-Sosialinum í gjár lógu 7.406 greinar og tíðindastubbar, sum hava staðið í Sosialinum seinasta árið. Tað ber til hjá haldarum at leita frítt í hesum greinum - bert við at skriva ávíst orð í leitiskipanina.

Tað er fyritøkan Far-Com í Havn sum hevur gjørt og ment skipanina fyri Internet-Sosialin