Her eru Føroyar og Ísland brøðratjóðir

? Eg kann so avgjørt mæla ungum føroyingum til at koma til Reykjavíkar, sigur Andrea á Rípuni, sum arbeiðir á Ørkini

Um summarið, tá mest er at gera, arbeiða sjey fólk á føroyska sjómansheiminum í Reykjavík. Húsið hevur tann politikk, at tað helst skulu vera í øllum førum tveir føroyingar millum starvsfólkini hesa tíðina.

Ein av hesum er 23 ára gamla Andrea á Rípuni úr Klaksvík.

Hon byrjaði at arbeiða á Ørkini fyrst í august og skal vera í eitt ár fyri fyrst.

? Eg var her í Íslandi í starvsvenjing frá Læraraskúlanum í januar-februar og visti, at her fór at verða eitt leyst starv at søkja. Nú havi eg verið her í ein mánað, og enn iðri eg meg als ikki um nakað, sigur hon.

? Tað er nógv at seta seg inn í við at bóka og taka ímóti fólki. Eg havi ikki arbeitt við tílíkum fyrr, men fái eg so eina hylling av, hvussu hotellarbeiðið er, og um tað er nakað, eg havi áhuga fyri.

Andrea sigur, at eitt tað góða við at arbeiða á sjómansheiminum og ikki á onkrum øðrum, størri hotelli, er, at her fært tú allar møguligar uppgávur.

? Ein dag vaskar tú, ein annan dag ert tú í móttøkuni. Eg havi hoyrt um onkran á Esju (eitt av teimum størru hotellunum í Reykjavík, blðm.), sum bara eru gongsgentur, men tað hevði eg als ikki hildið út.


Gott at lesa

í Reykjavík

Nógvir føroyingar kundu hugsað sær at farið til Íslands at arbeitt ella lisið, men setast aftur orsakað av eitt nú málinum ella studninginum. Tað skilir Andrea ikki so væl.

? Eg kann so avgjørt mæla ungum føroyingum til at koma til Reykjavíkar. Eg haldi, at universitetið her er á eins høgum støði og tað er í Danmark. Nógv eru bangin um studningin, men tú fært tann danska stuðulin við tær yvir her, sigur hon.

? Tey flestu, sum koma, eru listarfólk ? málarar og tónleikarar ? men tey eru heilt fá, sum koma hendavegin fyri at útbúgva seg. Tað kundi annars verið tað mest nærliggjandi, tí londini eru so eins, og Reykjavík er ein deiligur býur at búgva í. Tað er kanska eitt sindur dýrt at liva her, men um tú ikki ert bangin fyri at hava arbeiði við síðuna av, rokni eg við, at tað hevði verið meira gevandi at komið hendavegin enn at farið til Danmarkar.

Um málið sigur hon, at tað fall henni lætt, og at um tú biður íslendingar tosa eitt sindur seinni enn vanligt, skilir tú teir, og øvugt.

? Tað kann vera trupult at fáa eitt stað at búgva her í Reykjavík, tí sera nógvir íslendingar flyta eisini til Reykjavíkar nú. Men tú fært eisini sera góða hjálp til at finna eina íbúð o.a. Men um føroyingar koma hendavegin fyri at ganga í skúla, hevði eg rátt teimum til at komið eitt sindur fyrr, t.d. til at arbeiða í summarfrítíðini fyri at læra seg málið o.s.fr.

Fyri tveimum vikum síðani var føroyski landsstýrismaðurin Signar á Brúnni í Íslandi, har hann m.a. fundaðist við íslendska undirvísingarmálaráðharran um at fáa eitt størri samstarv í lag á skúlaøkinum, so kanska fara fleiri skúlahugaðir føroyingar í framtíðini at venda eyguni móti útnorði.


Føroyar eru brøðratjóð

Íslendska fólkið er rættiliga líkt tí føroyska við tí einu broytingini, at íslendingar hava lært at klára seg sjálvar, og tað situr nú djúpt í samfelagnum. Íslendingar meta heldur ikki føroyingar sum veruligar útlendingar, men sum brøðrafólk.

? Sum føroyingur verður tú væl móttikin allastaðni. Fólk eru sera vinarlig, ikki minst aftan á skalvalopini á Flateyri og í Súðavík. Íslendingar minnast framvegis, at føroyingar savnaðu pening inn til Súðavík og í veruleikanum góvu meir pr. høvd enn íslendingar sjálvir gjørdu, og tað vóru teir rættiliga ovfarnir av, sigur Andrea á Rípuni.