Tað er ongin loyna, at stóra, nýggja oljuøkið Atlantsmótið, ið m.a. fevnir um leiðirnar millum Føroyar og Hetland, ikki hevur livað upp til vónirnar hjá altjóða oljuvinnuni, hóast oljufeløgini hava kannað og borað í meira enn 20 ár og brúkt 10 tals milliardir krónur, so eru enn bert tvey oljufelt farin undir framleiðslu.
Tað heldur Tom Phillips leitingarstjóri í amerikanska Arco ikki er nøktandi.
? Hetta er eitt øki vit hava stórar vónir til, men tað hevur iki heilt livað upp til vónirnar.
Arco serfrøðingurin hevur tó ikki mist allar vónir minni enn so.
? Megnar hettar økið at liva upp til vónirnar og »lyftini« næstu fimm árini so verður hetta eitt fantastiskt oljuøki í framtíðini.
Og tað er rætt at Arco er meira bjartskygt í løtuni enn tað hevur verið tí fyri fáum vikum síðani eydnaðist tað Arco saman við Comoco Ranger Oil og British Borneo at finna stórar mongdir av olju á atlantsmótinum skamt frá føroyska fiskimarkinum í Suilve strukturinum.
? Vit eru sera væl nøgdir við hetta fundið, og seta stórar vónir til komandi boring í økinum sigur Tom Phillips.
Arco hevur bundið seg til at bora fimm brunnar í økinum afturfyri at hava fingið lisens í eini rundanum rundu í hvíta økinum.
Ein av komandi brunnunum sum Comoco og Arco fara at bora í hesum økinum verður heilt tætt upp at fiskimarkinum.
Tom Phillips sigur at somu jarðfrøðiligu fyribrigdi, sum eru í Suilven-økinum halda fram vestureftir í hvíta økinum og helst eisini inn á føroyskt økið.
Í seinastu seismisku tulkingunum hjá Arco í hvíta økinum ber onkustaðni til at síggja kolvetni í undirgrundini, og hvat viðvíkur føroyska økinum, so ber, hóast basalttrupulleikar, til at síggja broytingar longur niður ein kemur, broytingar sum kunnu vera ábendingar um olju.
Á fundi á høvuðsstøðini hjá Arco fyri føroyingum, fingu føroyingar at vita, at Arco metir Atlantsmóti at vera enn meira áhugavert enn norðsjógvurin, hóast hetta økið, sum áður sagt ikki hevur livað upp til vónirnar higartil.
? Okkara meting er at Atlantsmóti goymir meira olju og gass enn Norðsjógvurin sigur Tom Phillips.
Hann sigur annars, at mest áhugaverdu økini eru í hvíta økinum og serliga har suðuri og eystur ímóti bretska markinum.
Uppá fyrispurning hvussu vónirnar eru til økini norðurfyri Føroyar og eysturímóti norska markinum sigur Tom Phillips, at tað vísir seg at tess longur norður vit koma tess drúpri liggur keldugrótið. Tað liggur so djúpt, at her eru møguleikarnir mest at finna gass.
Tað skilst á Arco fólki, at tey síggja helst eina føroyska lisensrundu har suðuri tí har eru møguleikarnir at finna olju størri.
Annars tykist tað at vera nógv gass í økinum norðanfyri og víðari inn á norsk øki. Bæði BP og Statoil hava funnið gass í Vøringøkinum, sum mett verður at minna rættiliga nógv um jarðfrøðina inni á føroyskum øki.
Steve Sullentrop í Arco, sum er ein av oddamonnunum í oljufelagnum her í Bretlandi, heldur gass í føroysku undirgrundini kann fáa stóran týdning seinni, men tó, nógv ár frammi í tíðini. Ein trupulleiki í dag er, at ongin infrastrukturur er á Atlantsmótinum til gass og harafturat er langt marknaðin.
So fyribils er tað olja og ikki gass sum feløg sum Arco satsa uppá.
Eins og onnur oljufeløg, sær Arco fegin at marknatrætan við Bretland verður loyst sum skjótast og soleiðis at útbjoðingin kann fara fram í hvíta økinum eisini.
Uppá fyrispurning um ikki vandi er fyri at oljufeløgini bara fara at vísa áhuga fyri tí hvítu økinum og ikki tí føroyska landgrunninum um marknaðartrætan verður loyst sigur Steve Sullentrop, at ein partur av hvítu økjunum tilhoyrir Føroyum.
Men hann sigur, at tess longur vit koma inn á føroyska landgrunnin tess tjúkri er basaltið og tí er ringt at vita hvussu møguleikarnir eru fyri at finna olju og gass har.