húsarhaldið, og kann uttan iva vera við til at koppa fíggjarætlanunum hjá nógvum teirra, sigur Jóannes Eidesgaard og leggur afturat: Her er sostatt talan um eina skattahækking fyri sethúsaeigarar og tá mugu [...] heldur um ætlaninar hjá landsstýrismanninum við fíggjarmálum. Fyrst av øllum vil eg siga, at vit als ikki hava viðgjørt málið í flokkinum, og tí ikki hava tikið støðu til tað, men tað skal undir øllum umstøðum [...] Jóannes Eidesgaard og vísir á Sandoyarætlanina, sum eitt gott dømi. Í tí førinum veitti landskassin ein beinleiðis stuðul, sum gjørdi tað møguligt at seta eina verkætlan í gongd. Og síðani hon varð sett
steðgin gekk skjótt. KÍ skoraði eftir 48 og 53 minuttir, og so gav HB skarvin yvir, og málini rullaðu ígjøgnum hjá Sigtóri Andreasen. KÍ skoraði eftir 58, 72, 74 og 79 minuttir. U-16 landsliðsmaðurin hjá [...] vágamenn og tvørámenn, sum skjótt nærkast botninum. Í næstsíðsta umfarinum skal TB vestur í Vágar, og tá kann tað væl hugsast, at stríðið fer at standa um at sleppa undan næstniðasta plássinum og harvið [...] ninum og fyrrverandi GÍ formanninum, Jógvani Gregersen, á odda, høvdu gøtumenn nógvar royndar spælarar, sum áður hava havt víst stórt fótbóltsskil og hegni, men nú bilar tað við skjótleikanum og orkuni
høvdu lovað, og var hetta nevniliga, at peningurin kundi gjaldast aftur so við og við, tá tað bar til. Tí fekk Johanna aldri krøv um at gjalda skuldina og heldur onga uppgerð yvir rentuskuld og so framvegis [...] Ein partur av rentuskuldini var vorðin ov gamal, og var tískil farin um fyrningarfreistina, ið er fimm ár. Roknað varð aftur og fram í rættarsalinum, og at enda varð komið fram til, at skuldin hóast alt [...] Hon er helst elsta slupp í heiminum, og halda teir tí, at hon eigur at verða viðurkend sum fornminni, og tískil eisini koma undir fíggjarlógina hjá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum. Umborð hevur sluppin
í Kvívík og har um leiðir. Av tí, at framkomin tøkni og drúgvur og neyvur kunnleiki skal til, fyri at gera slíkar boringar, valdi felagið Vágatunnilin at biðja um tilboð frá einum íslendskum og tveimum [...] at vera, og síðani er borað vatnrætt fleiri hundrað metrar undir loftinum á komandi tunnilinum. Fyri at bera skal til at bora vatnrætt verður fyrst borað á skák við einum vinkuli á 54 stig, og síðani verður [...] alt bendir á, at úrslitið av kanningunum verður gott. Kjarnurnar sýnast at vera sterkar, eins og væntað, og vísa neyvari kanningar ikki tað øvugta, er einki í vegin fyri at bora tunnil undir Vestmannasundi
yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum 9 og 12 stig um dagin og um náttina niður í 7 stig. Veðrið leygardagin: Gul til stívt andøvsgul av vestri, yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum 9 og 12 stig [...] upp í ein strúk av vestri og útsynningi og fyrst turt, men um kvøldið kanska regn. Hitin millum 8 og 11 stig. Veðrið mánadagin og týsdagin: Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og eitt skifti regn. Seinni [...] upp í vestan ella útnyrðing og tað klárar í. Hitin millum 7 og 11 stig. Í gjár: Hátrýstið yvir Íslandi fer spakuliga suðureftir. Í dag: Hátrýstið sunnanfyri Ísland viknar og brúgvalagið vestanfyri Ísland
arbeiddu nógv meiri. Og so kunnu vit altíð meta um, um ikki serliga íslendska avrikið fyrst og fremst komst av, at føroyingarnir strongdu teir, ella um tað vóru teir sjálvir, sum vóru ov dovnir. Íslendingarnir [...] sendingar. Julian Johnsson rann og arbeiddi nógv, og Uni Arge og Todi Jónsson royndu at bjóða seg til. Onkuntíð bilaði innanhýsis fatanin teirra millum, og tað var spell. Uni Arge var akkurát rangstaddur [...] minuttirnar, og tá megnaðu íslendsku gestirnar at skora einasta málið. Sámal Joensen og Hans Fróði Hansen kendu seg noyddar at fella Þórður Guðjónsson (hann er sonur íslendska venjaran), og miðvallarin
Klein var trý ára gamal andaðist móðir hansara, og vaks hann tískil upp hjá Rakul og Cederius Johannesen. Tíðliga byrjaði Alfred Klein at ganga í hagan. Fyrst var tað saman við pápa hansara, Símuni Paula [...] maður, sum visti alt um seyð og haga. Harafturat var hann tilktikin røktingarmaður. Tá Alfred Klein var vorðin 15 ára gamal, var heilsan hjá ommubeiggjanum farin at bila, og tískil fór hann at hjálpa o [...] ommubeiggjanum at røkta á Rustini. Og sostatt kom Alfred at røkta á Rustini í 40 ár, og síðani í Innandals haga í 20 ár. Sostatt kom samlaða virkna skeið hansara sum røktingarmaður at vera heili 60 ár.
soleiðis sum dómari og linjudómari tulkaðu tað, og tí situr hann uttanfyri í morgin. Harafturat fingu bæði Nebosja Veljkovic og Spasoje Biberdzic sambært dómaraseðlinum gult kort móti B68 og hava leikbann í [...] vikuskiftið, og hann verður við frá byrjan hesaferð. Sandingur breyt beinið Tað var ein dyggur smeitur fyri sandingar, tá ungi og evnaríki Kristian Nielsen breyt beinið í unglingadysti í Havn fyrst í vikuni [...] hevur verið nógv við á 1. liði hjá B71 í ár, og áður hevur spælt á ungdómslandsliði, spælir við unglingunum hjá B36, og í vikuni kom hann illa til skaðar og verður ikki at síggja aftur á vøllinum í ár.
felagið fyri yngri læknar og lønardeildin hjá Fíggjarmálastýrinum aftur til samráðingarborðið. Lønarsáttmálin millum partarnar gekk út 31. mai og partarnir samráddust tvær ferðir fyrst í juni mánaði. Seinnu [...] eru nakrar túsund krónur á muni í Føroyum og í Danmark, og tað sigur seg sjálvt, at tú fært ikki nýggjar ungar læknar henda vegin, tá bæði lønin er væl lægri, og tá familjuumstøðurnar eru so nógv verri, [...] fær starv á donskum sjúkrahúsi, verður syrgt fyri at hann fær bústað og at børn hansara fáa ansing. Soleiðis er ikki í Føroyum, og tað ger bara umstøðurnar uppaftur verri, sigur Jens Andreasen, formaður
størri og størri ? serliga tá ?Machine Head? kom út, men samstundis vaks gjógvin millum Gillan og Blackmore eisini. Gillan sigur tað soleidis: ?Trupulleikin í bólkinum snúði seg fyrst og fremst og meg og [...] rósandi orðini at siga um Blackmore: ?Eg havi lært at elska og virða henda dygga tónlistarmannin?Eg havi í roynd og veru onki ímóti honum, og eg viðgangi, at vit onkuntíð hava havt sera góðar stundir saman [...] tað. ?So har stóðu vit við fullari høll, og ongin vildi fara heim. Tey høvdu rindað sín dyggiliga part fyri at síggja og hoyra okkum. Vit fóru av pallinum, og tey klappaðu inntil vit fóru aftur á pallin