Gillan og Blackmore ? hvør sína kós í sama báti

Klandur og stríð millum Ian Gillan og Ritchie Blackmore var ein høvuðsmáttur aftan fyri meginpartin av tónleikinum, sum legendariski bólkurin Deep Purple skapti fyrst í 70?unum. Les her, hvat Ian Gillan sjálvur sigur í sínum endurminningum um teirra løgna samstarv og teirra óteljandi samanstoytir gjøgnum árini

Niclas Johannesen


Tad er ikki sørt undirhald at lesa, hvussu tveir livandi legendar innan harða rockin hava at kalla verid í støðugum stríðið ? kanska rættari sagt klandri ? samstundis sum teir saman skaptu tónleik, Ið nú skjótt 30 ár seinni framvegis er fullkomna definatiónin upp á harðan rock.

Sangarin í Deep Purple Ian Gillan og guitarleikarin Ritchie Blackmore hava snøgt sagt ongtíð funnid nakad serliga væl út av tí saman.

Í sínum endurminningum ? ?Ian Gillan, The Autobiography of Deep Purple?s Lead Singer? ? málar sangarin, sum vitjaði Føroyar á sinni við síðum egna bólki, seg sjálvan við typiskum rockpensli. Whisky, konufólk, meira øl og ? ja, fleiri konufólk undir klaverum, meðan guitaristurin arbeiðir seg upp eftir guitararminum, o.s.fr.

Tónin er lagdur og var hetta ein filmur hevði hann ivaleyst havt aldursmark.

Sjálvur leggur Ian Gillan út við at siga: ?John Lord (orgul), Roger Glover (bass) og Ian Paice (trummur) eru grunleggjandi hóvligir menn, hjartagóðir við vanligum máti av galskapi?.hinvegin hava Ritchie Blackmore og eg altíð dansað vandafullan dans heilt úti við eggina.?

Áðrenn Gillan leggur ordiliga í vaðið, so hevur hann kortini hesi rósandi orðini at siga um Blackmore:

?Eg havi lært at elska og virða henda dygga tónlistarmannin?Eg havi í roynd og veru onki ímóti honum, og eg viðgangi, at vit onkuntíð hava havt sera góðar stundir saman. Hansarara útlegging man helst vera heilt øðrvísi, tí hann er endurgivin fyri at siga, at ?ein av hesum døgunum fari eg at leggja eftir Ian Gillan aftan fyri onkran heygg. Hann er størri enn eg og helst eisini sterkari, so eg fari at taka nakrar vinir við mær, og so fara vit at hólva hann av?men hann fer ikki at vita, at tað var eg!?


Ósamdir frá byrjan

Deep Purple hevði longu staðfest sítt navn longu áðrenn Ian Gillan kom upp í bólkin í 1969. Men tað var ikki fyrr enn Gillan og bassleikarin Roger Glover komu upp í bólkin, at Deep Purple veruliga tók dik á seg móti rock tindunum.

Kortini var tað skjótt, at vátt kom í reiðrið millum Ian Gillan og Ritchie Blackmore.

Excentriski guitarleikarin var longu um hetta mundið byrjaður at ganga í svørtum klæðum og Ian Gillan kundi skjótt staðfesta, at eisini innanvortis hjá Blackmore var landsskapið rættiliga dapurt og myrkt. Eitt nú noktaði guitarleikarin í hesum snimmu døgum ? áðrenn tað veruliga gjøgnumbrotið ? at luttaka í kendari popp-sjónvarpssending The David Frost Show, hóast allir hinir ynsktu tað.

?Hetta var bert byrjanin til tad, id seinni skuldi koma,? sigur Gillan.

Í 1970 kom plátan ?Deep Purple In Rock? út, og nú byrjaði bólkurin rættiliga at taka dik á seg. Ritchie Blackmore í svørtum klæðum byrjaði at knúsa ting á pallinum ? enn brýtur hann guitarar á kalla hvørjari framførslu. Og so noktaði hann eisini at spæla eykaløg, tí hansara vanliga fatan var tann, at áhoyrararnir høvdu ikki uppiborið tað.

?So har stóðu vit við fullari høll, og ongin vildi fara heim. Tey høvdu rindað sín dyggiliga part fyri at síggja og hoyra okkum. Vit fóru av pallinum, og tey klappaðu inntil vit fóru aftur á pallin ? bara uttan guitarleikaran!?

Aftan á In Rock blivu Deep Purple bara størri og størri ? serliga tá ?Machine Head? kom út, men samstundis vaks gjógvin millum Gillan og Blackmore eisini. Gillan sigur tað soleidis:

?Trupulleikin í bólkinum snúði seg fyrst og fremst og meg og Ritchie, og av tí at hann var meira maktfullur enn eg og hevði betri evni at fáa sítt ígjøgnum við managementinum, endaði tað við, at eg var trupulleikin. Hansara vaksandi áhugi í mystikki ? slottum og so framvegis ? umframt hansara totala trúgv upp á, at lead-guitarin var tað mest týdningarmikla hugtakið í heiminum, var við til at gera samstarvið okkara millum sera torført. Aftrat hesum kann leggjast okkara ymsu upp-fatanir av okkara áhoyrarum. Eg viðgangi, at eg kundi ofta vera sera tvørur, men eg vildi altíð, at Deep Purple skuldi vera í toppklassa, og tað tyktist ikki sum vit vóru tað altíð. Heldur ikki tá á døgum. Eg gangi út frá, at Ritchie vildi sagt tað sama, men tað var bara tað at vit høvdu fullkomiliga hvør sítt útgangsstøði.?


Gillan segði upp

Sambært Ian Gillan Áftan viðgekk Ritchie Blackmore nøkur ár og fleiri øl seinni, at hann sum barn ongantíð fekk rós fyri nakað ? at tá hann gjørdi sítt besta fekk hann kortini altíð at vita, at hann kundi gjørt tað betur.

?So kanska hetta var orsøkin til so mangt, og eg velji at trúgva, at hansara tvørsinni var eitt úrslit av hesum?, sigur Gillan.

Nakað aftan á ?Machine Head?, ið seldi tríggjar milliónir eftir stuttari tíð, hevði Ian Gillan fingið nokk.

Eitt nú vildi Ritchie Blackmore ikki búgva á sama hotelli sum hinir, tá bólkurin var á turne, og Ian Gillan avdúkar, at fleiri av tekstunum, hann skrivaði um hetta mundið vóru duldar ákoyringar móti sermerkta guitarleikaranum ? eitt nú lagið ?Smooth Dancer?.

?Eg má viðganga, at eg ynskti ongantíð at fara úr bólkinum, men eg kendi á mær at Deep Purple var vorðin ein maskina, sum ongin okkara hevði tamarhald á?og tá eg segði sum var við managementið, var tað einasta teir spurdu, um eg kundu fara til Japan við bólkinum, áðrenn eg segði endaliga farvæl. Tað gekk eg við til. Men ongantíð varð eg spurdur, um kanska tað hevði verið gott við einum steðgi hjá okkum øllum??

Sigur ein ikki sørt vónbrotin Gillan um ta tíðinaVegirnir hjá Deep Purple og Gillan skiltust sostatt eftir konsertferðina í Japan í 1972. Og nú skuldu ganga tíggju ár, áðrenn tað, id tey flestu meta vera uppruna manningina í Deep Purple (hóast tað ikki er so) aftur spældu saman ? í Deep Purple.

Rainbow og Whitesnake høvdu meginpartin av Purple manningini undir sínum veingjum ? og Gillan, hann hevði sín egna bólk. Hann var eisini eitt stutt tíðarbil limur í Black Sabbat.


Løgin jólafundur

Restina av sjeytiárunum var øskukalt millum Blackmore og Gillan. Tó so, eitt undantak var, tá tað ringdi á hurðina hjá Gillan um jóltíðir seint í sjeytiárunum.

?Tað var rættiliga seint á kvøldi, eg fór út í durin, lat hurðina upp og stardi út í myrkrið. Tað kavaði. Og har, nakrar metrar burturi, stóð guitarleikarin undir sínum fjákutta hatti.?

?Hvat vilt tú?? Spurdi Gillan.

?Eg leiti eftir einum sangara,? svaraði Blackmore.

?Íðan, kom innar?, segði Gillan.

?Hevur tú nakað ímóti, at eg taki gentu mína inn við?? Spurdi Blackmore.

?Hvar er hon?? Spurdi Gillan aftur.

Og so fekk hann at vita frá Blackmore, at hann goymdi unnustu sína, tí hann var bangin fyri at Gillan fór at sláa seg!

Tað stutta av tí langa var, at Blackmore vildi hava Gillan upp í Rainbow.

?Nei takk.? Segði Gillan, og spurdi Ritchie, um hann vildi gerast limur í The Ian Gillan Band. Men Blackmore segði ?Nei, nei Ian. Tú gert alt galið ? tú skuldi spælt á teimum stóru støðunum.?

Hesin heldur løgni jólafundurin endaði við, at Ritchie Blackmore spældi vid Ian Gillan tvey kvøld í Marquee í London.


Saman aftur

Bæði Gillan og Blackmore skuldu tó skjótt aftur hittast. Í 1982 byrjaði prátið um at endurstovna Deep Purple rættiliga at taka dik á seg. Í 83 gjørdu Blackmore, Gillan, Lord, Paice og Glover av at royna aftur. Tað mundi annars enda við ongum, tí Ritchie Blackmore upprunaliga kravdi at fáa 50% av øllum inntøkunum. So kundu hinir býta restina teirra millum. Men Blackmore bakkadi, og hábærsliga Purple skútan varð aftur sjósett.

Í juli 84 fór Deep Purple í studio at innspæla ?Perfect Strangers?. Ian Gillan minnist hetta sum eina harmoniska tíd vid vinarlagi og skapandi mátti. Samstundis kundi Ian Gillan tó stadfesta, at mannalyndid hjá hvørjum einstakum broytist ikki. Gillan sjálvur rádyrkadi framvegis alkohol, Ian Paice var framhaldandi tann einasti, id hevdi skil á pengum og Blackmore ? ja, hann var framvegis tann seri, svartklæddi vid tí ótrúliga kappingarlyndinum.

Hetta vísti seg, tá teir spældu bólt og Blackmore skipaði so fyri, at hann altíð var á tí betra liðnum, og fekk allar at spæla inntil hansara lið skoraði sigursmálið ? ongantíð betur um Ritchie hevur síðsta fótin á!

Hvør teirra so var skurkurin ? ella hetjan ? so endaði tað við, at Gillan fekk sekkin frá Deep Purple aftan á plátuna ?The House of The Blue Light?. Samstarvið hesa tíðina var at kalla ómøguligt. Eitt nú okraði Ritchie Blackmore ikki fyri lagnum ?Mitzi Dupree? ? hann noktaði at spæla guitar á tí, so tað tú hoyrir á plátuni er sambært Gillan demo-upptøkan!

Áðrenn hetta upplivdi Gillan, hvussu Blackmore eitt kvøldið á turné kom stunandi inn í hansara umklæðingarrúm og sansaleysur blakaði spagetti í andlitið á sær. Orsøkin var, at onkur hevur oyst ketsjupp á spagettiið og Blackmore helt tað mátti vera Gillan. Hesum avnoktar Gillan kortini.


Skiftust um at

fara burtur úr

Tað var eftir ein fund við managementið í 1988, at Ian Gillan fekk sekkin. Á hesum fundi spilti sangarin managementið út meðan restin av Deep Purple-manningini rýmdi av fundinum.

Aftur gingu nøkur ár. Joe Lynn Turner fór í Deep Purple. Men har gekk onki serligt. Og Í 1993 var Ian Gillan aftur sangari í Deep Purple. Men tað var kortini ikki tí Ritchie Blackmore ynskti tað. Hinvegin var plátufelagið BMG alt annað enn nøgt við arbeiðið, sum Joe Lynn Turner gjørdi. Gillan slapp kortini ikki so.

Hinir í Deep Purple sendu Gillan í studio saman við Roger Glover fyri at síggja, hvat gamli Deep Purple sangarin kundi levera. Sjálvur sigur Deep Purple sangarin, at tað kendist eymýkandi fyri seg, tá tað gekk upp fyri honum, at hann var til upptøkuroynd í sínum gamla bólki!

The Battle Rages On kom út.

Við gamla Deep Purple sangaranum við mikrofonina.

Men Gillan og Blackmore svingaðu ikki saman. Ritchie Blackmore beinleiðis boykottaði Ian Gillan, tá Deep Purple spældi live. Alt fekk ein enda til eina konsert í Birmingham, ið bleiv upptikin til sjónvarp. Ritchie Blackmore kom slettis á pallin fyrr enn langt inn í fyrsta lagið, rýmdi av aftur, stoytti vatn á fólk, sum vóru ið fer við at filma konsertina. Stutt eftir hesa framførsluna var tað so Blackmore, ið takkaði fyri seg.

Amerikanski guitarspælarin Steve Morse er komin upp í fyri Ritchie Blackmore, ið seinast nakar visti spældi barokktónleik við konu síni.

Síðani tá hevur Deep Purple givið tveir fløgur út ? ?Purpendicular? og ?A.BanD.On?.

Við Gillan sum sangara.