Í gjáramorgunin fóru felagið fyri yngri læknar og lønardeildin hjá Fíggjarmálastýrinum aftur til samráðingarborðið.
Lønarsáttmálin millum partarnar gekk út 31. mai og partarnir samráddust tvær ferðir fyrst í juni mánaði.
Seinnu ferðina var avgjørt at útseta samráðingarnar til 20. august, og í gjár var so aftur farið í gongd.
Sum skilst so er rættiliga langt millum partarnar.
Felagið fyri yngru læknarnar vil hava eina lønarhækking, sum ger, at aðrir ungir læknar aftur fáa hug at søkja størv í Føroyum, men Fíggjarmálastýrið hevur læst seg fastan á tey 6,5 prosentini, sum hini fakfeløgini hava fingið.
Sosialurin skilir, at verður tað úrslitið, so fara læknarnir til hús.
Ikki bara løn
Men tað er ikki bara lønarviðurskiftini, sum yngru læknarnir eru ónøgdir við.
Tá ein lækni fær starv á donskum sjúkrahúsi, verður syrgt fyri at hann fær bústað og at børn hansara fáa ansing.
Soleiðis er ikki í Føroyum, og tað ger bara umstøðurnar uppaftur verri, sigur Jens Andreasen, formaður í felagnum hjá yngru læknunum.
Tað vil siga, at tit eisini vilja hava hesi tingini upp á pláss áðrenn ein nýggjur sáttmáli verður gjørdur?
Vit hava tosað um hetta fleiri ferðir áður, men tað kemur bara ongan veg. Nú skal okkurt henda, sigur hann.
Hann leggur afturat, at trupulleikin hjá læknunum er, at teirra vaktir ofta er í eitt døgn í senn, og tí skal barnaansing til.
Vit hava ikki møguleika at bíða. Hetta hava tey funnið út av alla aðrastaðni enn í Føroyum, sigur Jens Andreasen
Lønirnar nógv lægri
Jens Andreasen hevur áður greitt Sosialinum frá, at lønirnar hjá yngru læknunum í Føroyum eru nógv lægri enn tær eru í Danmark.
Í veruleikanum eru nakrar túsund krónur á muni í Føroyum og í Danmark, og tað sigur seg sjálvt, at tú fært ikki nýggjar ungar læknar henda vegin, tá bæði lønin er væl lægri, og tá familjuumstøðurnar eru so nógv verri, sigur hann.
Jens Andreasen sigur eisini, at tey í felagnum eru bangin fyri, at fer lønin ikki munandi upp nú, so verður munurin til »danskar lønir« kanska eini fimtan prosent og tað kunnu tey als ikki góðtaka, sigur Jens Andreasen, formaður hjá yngri læknum í Føroyum