Miðaltalið í málskjótingini helt sær á tí støði, sum tað plagar at vera á hvørt umfar. Hesa ferð vórðu skotin 32 mál í fimm dystum.
Sandoyingar vunnu ein av teimum trimum stórsigrunum, og síðani vit umrøddu ellinta umfar hava vit skrásett teir fyri trý stig afturat, umframt tey trý, sum teir vunnu móti FS Vágum. Talan er um dystin móti HB, sum ikki var spældur undan summarfrítíðini. Tá var ætlanin, at hann skuldi spælast sunnudagin aftaná, men sambært upplýsingum av Sandi, so góvu teir í HB avboð fríggjakvøldið, sum dysturin skuldi vera í vikuskiftinum, og sandoyingar hava vunnið øll stigini við málmuninum 0-0.
Í HB ætlaðu tey at gera eina orduliga bjargingarroynd eftir summarsteðgin, men hon tykist í fyrstu atløgu at vera miseydnað. Klaksvíkingar hava verið næstaftastir, men við stórsigrinum í Gundadali lupu teir bukk upp um bæði vágamenn og tvørámenn, sum skjótt nærkast botninum. Í næstsíðsta umfarinum skal TB vestur í Vágar, og tá kann tað væl hugsast, at stríðið fer at standa um at sleppa undan næstniðasta plássinum og harvið møguleikanum fyri niðurflyting.
B36 vann oddastríðið í Fuglafirði. Harvið kom B68 aftur á næstfemsta plássið, men alt bendir á, at toftamenn bara hava plássið til láns, tí komandi sunnudag skulu teir í Gundadal. Sjálvsagt er B36, sum hevur vunnið allar dystirnar stórfavorittur, meðan ÍF átti at havt møguleikar á heimavølli móti VB, sjálvt um vágbingar vunnu 4-2 á heimavølli móti ÍF.
VB-GÍ 2-0 (1-0)
Við bygdarráðsformanninum og fyrrverandi GÍ formanninum, Jógvani Gregersen, á odda, høvdu gøtumenn nógvar royndar spælarar, sum áður hava havt víst stórt fótbóltsskil og hegni, men nú bilar tað við skjótleikanum og orkuni, og tað var lítil ivi um, at heimaliðið fór at vinna. GÍ fekk ein stóran møguleika í 2. hálvleiki, tá VB hevði fingið bæði síni mál, men maðurin, sum fekk bóltin frá málverjanum, megnaði ikki at skora, tí málverjin bøtti sjálvur um tað, ið tóktist fara at vera skaði.
Á hálva tímanum setti álopsmaðurin Hans Jákup Hjelm hol á, tá hann stútaði hornasparksinnlegg í málið. Tíðliga í 2. hálvleiki økti Hans Pauli Dahl, sum júst er komin heim av skipi og ivaleyst skjótt verður at síggja á trongda liðnum í 1. deild. Skipsmaðurin hevði orku at renna frá verjuni, og so vann hann nærdyst við málverjan og bólturin støkk í netið.
HB-KÍ 3-9 (1-1)
HB menninir vóru vónbrotnir eftir tapið í 1. deild, men tá teir triðju bestu skuldu royna at seta plástur á sárið, miseydnaðist tað so dyggiliga. Men tað sá leingi út til, at munurin skuldi ikki gerast so stórur. 36 minuttir vóru farnir, tá Jón Simonsen, sum gjørdist stóri málslúkurin hjá KÍ, setti hol á. Bara tríggjar minuttir seinni vóru klaksvíkingar so fittir, at teir sambært dómaraseðlinum gjørdu tað fyrra av tveimum sjálvmálum.
Eftir steðgin gekk skjótt. KÍ skoraði eftir 48 og 53 minuttir, og so gav HB skarvin yvir, og málini rullaðu ígjøgnum hjá Sigtóri Andreasen. KÍ skoraði eftir 58, 72, 74 og 79 minuttir. U-16 landsliðsmaðurin hjá HB, Vagnur Mohr Mortensen minkaði um munin, tá 84 minuttir vóru farnir, so skoraði KÍ eftri 85 og 87 minuttir í HB málið og í málið hjá sær sjálvum, tá 88 minuttir vóru farnir.
B71-FS Vágar 7-0 (0-0)
Álvur Samuelsen er formaður í starvsnevndini hjá vágaliðnum. Á Sandi hevði hann ábyrgdina av at verja málið, og í fyrra umfarinum megnaði hann at halda tætt.
Men í 2. hálvleiki gekk tað skjótt, eftir at Kristian Nielsen hevði stútað hornasparksinnlegg í netið. Tá vóru 53 minuttir farnir, og fimm minuttir seinni skoraði veteranurin Torbjørn Jensen eitt flott mál. Hann tók tvørbólt við hælinum framum seg sjálvan, sneiddi málverjan av og trillaði í málið. B71 skoraði eftir 63, 72, 76, 87 og 89 minuttir. Jónsvein Thomsen skoraði tvey av málunum, og harvið klatraði hann upp á ovastu rók á máltindinum.
B68-TB 7-0 (3-0)
Her var ongantíð nakar ivi um, hvør fór at vinna. Olaf Højgaard, sum hevur verið til skips og tí ikki er á besta liðnum hjá toftamonnum, setti hol á, tá tólv minuttir vóru farnir. Hann sneiddi framvið tveimum, áðrenn hann sendi bóltin í málið. So var tað miðvallarin í høgru, Hans Erik Danielsen, ið átti tørn. Fyrst smekkaði hann í handara síðunetið eftir innlegg úr vinstru. Tá vóru átjan minuttir farnir, og seks minuttir seinni var hann aftur uppá spæl.
Í 2. hálvleiki fekk B68 fýra mál, og teir kundu havt fingið fleiri. Lusio slapp ikki at spæla á besta liðnum, og hann skoraði eftir 56 minuttir beinleiðs uppá fríspark til 5-0. Aftasti maður í verjuni, Oddmar Andreasen, setti punktum, og tá høvdu ungi Ronnie Svalbard og veteranurin Aksel Højgaard eisini skorað.
ÍF-B36 1-3 (1-2)
B36 hevur stóra breidd í spælarahópinum. Tað sást m.a. í, at sjálvt um tríggir av føstu monnunum á besta liðnum vóru sjúkir, so var ikki pláss fyri Pidda Johansen á besta liðnum.
Heimaliðið kom á odda, tá tíggju minuttir vóru farnir. Jógvan Arnfinn Jacobsen skoraði, eftir at Hjalti Lundsbjerg hevði lagt innfyri úr høgru. Tíggju minuttir seinni skoraði Piddi Johansen, sum spældi í høgru. B36 fangaði ÍF í uppspælinum, og málskjúttin varð spældur leysur í høgru við diagonalbólti úr vinstru.
Áki Mørk, sum var sera drúgvur á B36 miðvøllinum, legði toppliðið á odda ein minutt undan steðginum, tá hann úr átjan metra fjarstøðu í vinstru sendi fríspark ígjøgnum manngarðin hjá ÍF og beinleiðis í málið. Í 2. hálvleiki var tað eyðsýnt, at B36 menninir vóru væl betri fyri, og seks minuttir undan leikloki staðfesti Bárður Anthoniussen, sum bara hevði verið fimm minuttir á vøllinum, sigurin. Hann skoraði úr átjan metra fjarstøðu.