Stóri spurningurin er, hvussu eitt sovorðið avrik skal lýsast. Føroyingar vóru lítið sannførandi fyrstu fimm minuttirnar, og tá megnaðu íslendsku gestirnar at skora einasta málið. Sámal Joensen og Hans Fróði Hansen kendu seg noyddar at fella Þórður Guðjónsson (hann er sonur íslendska venjaran), og miðvallarin sendi frísparkið úr átjan metrum beinleiðis í málið. Verjugarðurin stóð, sum hann skuldi, men málverjin lat seg tøla av, at ein av íslendingunum tóktist ætla sær at skjóta við vinstra beini upp um verjugarðin. Jens Martin flutti seg eitt sindur, og so sendi Þórður í tann partin av málinum, sum málverjin skuldi verja.
Hinar 85 minuttirnar vóru føroyingar leikliga omaná, og teir megnaðu at spæla seg til møguleikar, sum kundi givið mál, men tað eydnaðist ikki, og so fóru okkara menn av vøllinum og áskoðararnir, sum tað hoyrdist alt ov lítið til, av Tórsvølli við kensluni av, at stóri beiggi hevði gjørt tað, sum skuldi til fyri at vinna, meðan lítli beiggi hevði stríðst og spælt væl og alíkavæl tapt.
Keturnar góðar
Allan Simonsen vísti í sínum vali av uppstilling, at hann ikki metir Henning Jarnskor millum føstu menninar longur. Álopsmaðurin hjá GÍ plagar at vera vongverji, men sjálvt um Øssur Hansen og John Ryan, sum vóru mest uppløgdu boðini uppá vinstra vongverjan, ikki vóru tøkir, so setti venjarin Pól Thorsteinsson, sum hann tykist hava sera stórt álit á, út í vinstra borð, meðan Allan Mørkøre má finna seg í á landsliðnum at hava meiri verjukent pláss, tí venjarin vil hava pláss fyri Sámali Joensen, Julian Johnsson og John Petersen á miðvøllinum.
Pól Thorsteinson hevði við kalda vinstra beininum fyrstu løtuna trupulleikar í bæði verju? og álopspartinum á óvanda plássinum, og tað hevði verið upplagt at latið Pól farið í miðverjuna og Jens Kristian á vongverjan, men venjarin helt um sítt.
Avgjørt stinnasti parturin av føroyska liðnum var aftur hesa ferð miðverjan. Óli Johannesen, Hans Fróði Hansen og Jens Kristian Hansen spældu við stórum myndugleika, og serliga liðformaðurin var sannførandi. Tá tað gekk eitt sindur striltið hjá miðvøllinum at fáa tak á samanspælinum, bjóðaði Jens Kristian seg til, og hann var arkitektur í nógvum og miðdepul í fleiri vandamiklum eitt tvey samanspælingum.
Tóktust dovnir
Íslendingarnir høvdu ógvuliga nógv fólk aftarlaga á vøllinum, og tað var týðuligt, at teir eru vanir at spæla uppá kontra. Liðformaðurin, Rúnar Kristinsson, sum í 2. hálvleiki kendi misnøgdina frá áskoðarunum fyri ljóta atburðin, hann hevði sýnt móti John Petersen, arbeiddi nógv, og Þórður Guðjónsson var vandamikil, men heildarfatanin av íslendska avrikinum var, at teir megnaðu illa at spæla fótbólt, og at teir sparkaðu nógv meiri, enn tað kann roknast við av einum liði, sum hevur staðið seg so væl móti teimum bestu í heiminum.
Tað smakkar kanska ikki so væl at siga sovorðið fyri føroyingum, men tú hevði eina kenslu av, at tað tóktist torført hjá íslendingunum at vísa rætta hugburðin, og tí var talan nógv meiri um summarfótbólt fyri teir, enn tað var fyri føroyingarnar, sum so fegnir vildu vinna fyrsta sigurin á Íslandi og tískil vóru nógv meiri sannførandi í nærdystunum og arbeiddu nógv meiri.
Og so kunnu vit altíð meta um, um ikki serliga íslendska avrikið fyrst og fremst komst av, at føroyingarnir strongdu teir, ella um tað vóru teir sjálvir, sum vóru ov dovnir.
Íslendingarnir kundu vunnið uppaftur meiri, tí fyrstu løtuna var um reppið, at teir stýrdu onkrum tvørbóltum í málið, men teir eiga at vera meiri enn nøgdir við sigurin, og tað sigur eitt sindur um spælbýtið, at teir ikki fingu fyrsta hornasparkið fyrrenn væl út í 2. hálvleik.
Møguleikarnir
Føroyingarnir vuksu við uppgávuni, teir mistu virðingina fyri mótstøðumonnunum og harvið fjálturin, sum var á fyrstu løtuna, og tað ber bara til at gita um, hvussu tað hevði hilnast, um John Petersen ikki hevði verið útvístur. Serliga í høgra borði royndust álopini væl. Allan Mørkøre var sum altíð góður við tvørbóltunum, og Sámal Joensen var sera eyðsýndur, har hann umframt at renna nógv og tetta, tá liðfelagarnir fóru framvið, eisini megnaði bæði at varðveita bóltin og at leggja fleiri góðar sendingar.
Julian Johnsson rann og arbeiddi nógv, og Uni Arge og Todi Jónsson royndu at bjóða seg til. Onkuntíð bilaði innanhýsis fatanin teirra millum, og tað var spell. Uni Arge var akkurát rangstaddur, tá Todi spældi hann leysan, og hevi Todi roknað eitt sindur meiri við, at diagonalbóltur frá vinstru fór at sigla omanfyri aftasta verjumannin, so hevði møguleikin verið stórur.
Besta møguleikan fingu okkkara menn, tá Pól og Julian vunnu innkast í vinstru, Allan Mørkøre sendi eitt av longu innkastunum í brotsteigin, har John Petersen fekk fatur á, spældi stutt til Toda Jónsson, sum staddur við baklinjuna fimm metrar úr málinum sendi inn til Una Arge, sum tríggjar metrar úr málinum og millum tríggjar mótstúmenn akkurát ikki fekk fekk fatur á.
Allan Simonsen minti í steðginum sínar menn um at halda fram við at spæla fótbólt, og tað gjørdu teir, so tað stóð eftir í. Møguleikarnir vóru har, og Allan Mørkøre fekk tann størsta úr ellivu metrum. Uni Arge lyfti innum verjuna, og verjan trýsti Toda Jónsson niður, men Birkir Kristinsson fekk hondina á ógvusliga skotið frá Allani Mørkøre.
Tað kendist kanska eftir hetta, at trúgvin uppá at tað fór at bera til at fáa mál minkaði, og vit kunnu bara vóna, at málkvotan verður brúkt, tá Estland og Litava koma higar fyrst í komandi mánaða.