Fyrr í mánaðinum fekk formaðurin í felagnum, ið eigur sluppina Johonnu TG 326, bræv frá sakførara, har boðað varð frá, at landsstýrið fór at fremja úttøku í sluppini eftir skuld frá stuðli, ið var latin, tá Johanna varð keypt og umvæld fyrst í áttatiárunum.
Felagið varð kravt eftir 600.000 túsund krónum. Men á rættarfundinum í Fútarættinum týsmorgunin varð lagt til merkis, at uppgerðin yvir skuldi ikki var í lagi. Ein partur av rentuskuldini var vorðin ov gamal, og var tískil farin um fyrningarfreistina, ið er fimm ár. Roknað varð aftur og fram í rættarsalinum, og at enda varð komið fram til, at skuldin hóast alt samanlagt var um tær 600.000 krónurnar.
Mótmælti
Formaðurin í felagnum Johonnu lat sær ikki lynda, at roknistykkið hjá Innkrevjingardeild Landskassans var so ógreitt, at skuldin mátti roknast út umaftur í Fútarættinum. Hann mótmælti og ynskti at fáa stundir at søkja sær sakkøna hjálp í málinum, ið nú var vorðið ógvuliga torgreitt. Men sakførarin hjá Innkrevjingardeild Landskassans vildi ikki útseta málið. Hann ætlaði sær at fáa málið avgreitt sum skjótast, og skjeyt hann tískil upp, at gerast skuldi greitt, at Landskassin eigur trygd í skipinum fyri skuldina, ið er gjaldkomin. Síðani kundi roknast fram til nágreinilingu skuldina á fundi millum innkrevjingardeildina og felagið seinni.
Endin á rættarfundinum gjørdist, at Landskassin eigur úttøku í skipinum fyri skuldina, men finnast skal útav, hvør upphæddin á nágreiniligu skuldini er.
Vónsviknir
Magni Eidesgaard, ið er formaður í felagnum, sum eigur og rekur sluppina Johonnu, sigur, at limirnir í felagnum eru vónsviknir av viðferðini, Johanna hevur fingið frá landsins myndugleikum. Hann dugir ikki at skilja, at fíggjarmálaráðharrin almet trínur fram í bløðunum og sigur, at ætlanin ikki er at koyra Johonnu á heysin, men at hann kortini ikki hirðir at útseta málið til limirnir í felagnum hava fingið greiðu á, hvat skal gerast.
Magni Eidesgaard sigur, at landsstýrið, ið veitti Johonnu peningin, ið nú verður kravdur inn aftur, gjørdi avtalu við felagið um, at Johanna skuldi fáa frið. Gjaldstreytirnar skuldu vera tær somu, sum bankarnir høvdu lovað, og var hetta nevniliga, at peningurin kundi gjaldast aftur so við og við, tá tað bar til. Tí fekk Johanna aldri krøv um at gjalda skuldina og heldur onga uppgerð yvir rentuskuld og so framvegis.
? Tey undanfarnu landsstýrini hava latið sluppina, ið kanska er tann elsta í heiminum, fingið frið, men nú hevur verandi fíggjarmálaráðharri brádliga givið boð um, at úttøka skal gerast fyri skuldini. Vit fingu einki at vita, fyrr enn vit fingu bræv um at møta í rættinum.
Forngripur
Sambært limunum í felagnum Johonnu, er sluppin ein forngripur. Hon er helst elsta slupp í heiminum, og halda teir tí, at hon eigur at verða viðurkend sum fornminni, og tískil eisini koma undir fíggjarlógina hjá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum. Umborð hevur sluppin eitt skjal frá Arna Thorsteinssyni, landsantikvari, har váttað verður, at sluppin er forngripur, men sambært sakførarum hevur hetta skjal einki at siga.
Tað hevur ikki eydnast Sosialinum at fáa fatur á Arna Thorsteinssyni, landsantikvari. Hann er stæddur uttanlands. Heldur ikki hevur borið til at fingið fatur á landsstýrismanninum í mentanarmálum, Signari á Brúnni, so haðani fæst eingin viðmerking hesuferð.
Limirnir í felagnum Johonnu ætla sær at bíða eftir, at almennu myndugleikarnir koma við einum útspæli, hvussu sluppin Johanna, ið sambært teimum er ein forngripur við eins stórum virði fyri samfelagið, sum nógvir aðrir stórir forngripir í Føroyum. Tískil er vón teirra, at landstýrismaðurin í mentanarmálum tekur stig til at bjarga sluppini.
Um sluppin verður viðurkend sum forngripur, fær hon almennan stuðul á hvørjum ári, og so merkir hetta eisini, at eftirlit allatíðina verður hildið við, hvat gjørt verður við sluppina, og hetta høvdu limitnir í fleganum sambært formanninum verið glaðir fyri. Sum nú er kann eitt nýmótans stýrhús setast á sluppina uttan nakran trupulleika, og tá er skipið ikki longur fornminni.