Bara sigur nóg gott hjá Sumba

Fótbóltur: Sumbingar skulu hava øll stigini móti B71, um teir framhaldandi skulu trúgva uppá plássið í 1.deild

Nú hava sumbingar ikki nógvar kjansir eftir. Teir liggja á aftasta plássi í 1. deild, og tá eitt av hinum botnliðnum kemur at vitja sunnudagin, er kravið til heimaliðið einfalt: Teir skulu vinna.

Sumba hevur bert vunnið ein dyst í ár og tað er helvtin av tí, sum sandingar hava klárað. Tí eru tað teir gulu úr Sandoynni, sum eru omaná áðrenn dystin í morgin. Sumba hevur fýra stig og B71 8 stig.

Við einum sigri kann B71 so at siga spæla seg burtur úr niðurflytingarvanda, meðan eitt tap dregur teir rættiliga við aftur í botnstríðið, sum teir ongantíð rættiliga eru sloppnir úr.


Trý leikbann

Sumba hevur fleiri mans í karantenu. Peter Jørgensen fekk reytt kort á Svangaskarði seinasta vikuskftið, hóast sumbingar tvíhildu um, at hann ikki hevði gjørt seg inn á ein B68?ara, soleiðis sum dómari og linjudómari tulkaðu tað, og tí situr hann uttanfyri í morgin.

Harafturat fingu bæði Nebosja Veljkovic og Spasoje Biberdzic sambært dómaraseðlinum gult kort móti B68 og hava leikbann í morgin. Sumbingar hildu tað tó verða eitt sindur ógreitt, um Spasoje hevði fingið gult kort, tí teir hildu dómaran geva eitt skeivt kort, sum hann síðani rættaði.

Men hava hesir tríggir mans allir leikbann í morgin er tað ein stórur missur hjá Sumba, sum ikki hevur so nógvar mans at velja í. Nebosja Veljkovic verður serliga svárur at verða fyriuttan, tí hann hevur skorað 8 av teimum 14 málunum, sum liðið hevur gjørt.

Birgir Jørgensen sat á beinkinum seinasta vikuskiftið, og hann verður við frá byrjan hesaferð.


Sandingur breyt beinið

Tað var ein dyggur smeitur fyri sandingar, tá ungi og evnaríki Kristian Nielsen breyt beinið í unglingadysti í Havn fyrst í vikuni.

Krstian Nielsen, sum hevur verið nógv við á 1. liði hjá B71 í ár, og áður hevur spælt á ungdómslandsliði, spælir við unglingunum hjá B36, og í vikuni kom hann illa til skaðar og verður ikki at síggja aftur á vøllinum í ár.

Venjarin Ivan Hristov má tí velja aðrar spælarar til dystin móti Sumba í morgin, og hann fer helst at spæla við somu miðverju sum seinast. Ib Mohr Olsen er komin heimaftur, og hann fer helst at spæla saman við tveimum øðrum kenningum í verjuni, Páll á Reynatúgvu og Jógvan Jón Petersen. Hesi verju vænta sandingar sær nógv av restina av kappingini.

Frammi á vøllinum liggur nógv á herðunum á Eli Hentze, sum bæði stríðist á miðvøllinum og kann gera mál, og í slíkum týdningarmiklum dystum kunnu royndir spælarar sum Torbjørn Jensenog Rúni í Soylu gera góðan mun.