seld eftir 20 minuttum og tískil valdu fyriskipararnir at senda fyrilesturin beinleiðis í útvaldum kykmyndahøllum í Danmark. Tað er í hesum sambandi, at Mentanarhúsið eisini er sloppið við. Fyrilesturin, ið [...] yvirhøvur til á tann hátt, sum vísindin hevur gingið út frá? Og hvat skula vit gera, um so er, at vit eru í vanda fyri at detta í eitt slíkt? Stephen W. Hawking er ein av heimsins fremstu teoretisku alisførðingum [...] loyndarmál alheimsins við serligum atliti til svørt hol. Hetta er nakað, ið Hawking hevur vígt sítt lív at granska seinastu hálvthundrað árini. Spurningar hann kemur inná, eru m.a.: Hvat eyðkennir svørt hol
klárt betra liðið og høvdu tí so ruddiliga uppiborið at vinna. Turru hagtølini talaðu eisini fyri seg, tí KÍ-kvinnurnar vóru nógv ágrýtnari at søkja at, enn tær frá Malta. Tilsamans hevði KÍ 13 skot upp [...] og vunnu 1-0, eftir at tað hevði staðið á jøvnum 0-0 í hálvleikinum. Tá eitt lítið korter var farið av seinna hálvleiki, skoraði Sofía Purkhús einsamalla málið í dystinum, eftir at Elsa Maria Simonsen
samband við innsavning av tilfari til uppgávur. Freistin at søkja um stuðul fyri hvørt hálva ár er tí altíð fyrsti dagurin í freist-mánaðinum. Av tí at ongar umsóknir vóru til GFSL í apríl 2011, verður tí [...] Grunnurin fyri styttri lestrarferðir, er amboðið. Við GFSL vil felagið tryggja ein gróðrarbotn fyri, at faklig vitan um Føroyar og føroysk viðurskifti verður ald og dyrkað. Bert limir í MFS kunnu fáa stuðul [...] lesandi undir hægri útbúgving í Føroyum og uttanlands umframt føroysk lesandi í læru uttanlands. Til ber at tekna seg sum lim á heimasíðuni www.mfs.fo. Uppgávan, ið tann lesandi skrivar, skal vera partur av
teinurin var hálvrógvin, var tað Spógvin, sum royndi at bjóða av, og sum væl og virðiliga legði grøna bátin úr Fuglafirði aftur um seg. Spógvin royndi at bjóða av, men tá ið bátarnir nærkaðust málinum, var [...] kappingini um bronsuplássið. Ta kappingina vann Beinta úr Miðvági. At tað ikki hilnaðist so væl hjá Erlu Kongsdóttir í dag ber við sær, at Hvassi er greitt á odda í FM kappingini. 1 Hvassi 05:04.05 2 Spógvin [...] m, tá ið gentubátarnir kappaðust. Hvassi av Oyri var alla tíðina í fremstu røð, og tað var skjótt, at myrkareyði bátuin stakk seg fram um kappingarneytarnar. Í fyrstu atløgu var tað Erla Kongsdóttir, sum
Eftir at 25 umfar er av, er munurin nú fimm stig, tí Aarhus Fremad tapti 0-2 á útivølli fyri Varde. Enn er tó møguleiki fyri, at pólski venjarin, sum áður hevur vunnið gull í Føroyum, eisini fer at vinna [...] Áleyparin, sum undan skaðanum í fjør taldist millum leikararnar, landsliðsvenjarin Brian Kerr ynskti at hava í sínum hópi, byrjaði inni í dystinum, men skiftur út stutt eftir steðgin. Hóast sjey mál gingu [...] stong og stútaði bóltin trygt í netið. Frammanundan hevði áleyparin havt onkran góðan møguleika, uttan at tað tó gjørdist vandamikið. Frem liggur á odda í Keypmannahavnarseriuni við 51 stigum eftir sjey dystum
heimligur her á okkara leiðum. Bobby Bare royndi í fimtiárunum at vinna fram innan tónleikin, men tað var ikki fyrr enn fyrst í seksti árunum, at hann av álvara fekk sítt gjøgnumbrot. Tað var millum annað [...] tónleikari. Hann er væl fyri og framførir nógv á konsertum. Nú hevur livandi legandan játtað at koma til Føroya at spæla fyri fyrstu ferð, og tað verður ikki meira ektað og meira country, enn tá Bobby Bear [...] saman við Skeeter Davis. Sonurin Bobby Bare jr. er eisini virkin tónleikari, og hann byrjaði tíðliga at syngja saman við pápa sínum. Miðskeiðis í sjeyti árunum høvdu teir eitt stórt hitt við sanginum Daddy
embætisfólk og mentanarpolitikarar halda annaðhvørt ár. - Vit harmast, at ferðslan tók seg soleiðis upp, men ætla at herja á aftur seinni, sigur Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini [...] mentanarpolitiskar avbjóðingar hjá norðurlendsku høvuðsstøðunum. Hana fer tað vónandi at bera til at avgreiða eina ferð seinni í ár, sigur Jógvan Arge. [...] hósdagin. Nakrir av luttakarunum eru tó komnir. Íslendingarnir komu í nátt og onnur aftrat er komin í morgun. Hóast sjálv ráðstevnan er avlýst, fáa gestirnir ymsar upplivingar í
komið fram frá løgregluni um, hví drápsmaðurin valdi at gera hetta terrorálopið. Myndin er tikin fríggjadagin úr einari tyrlu, og løgreglan heldur, at maðurin á myndini er Anders Behring Breivik á veg burtur [...] saknaðir. Leitað verður bæði á og við Utøya, og í stjórnarbygninginum í Oslo. Norskir miðlar siga, at drápsmaðurin, Anders Behring Breivik, skjeyt rundan um seg á Utøya í ikki minni enn hálvan annan tíma [...] funnið trý av teimum seks tonsunum av kunsttøð, sum Breivik keypti fyrst í mai. Roknað verður ikki við, at øll trý vantandi tonsini vórðu brúkt til bumbuna í Oslo, og tí leitar løgreglan eftir øðrum bumbum
hevur styrkt um hugsjónina handan Klipp, sum júst er at vísa aktuellan norðurlendskan film, sigur Klipp í einum tiðindaskrivi: Í heysthálvuni er ætlanin at vísa enn fleiri nýggjar norðurlendskar filmar, mikukvøld [...] sýningini vera leikstjórin Árni Ólafur Ásgeirsson og handritahøvundurin Ottó Geir Borg til staðar og fara at røða um filmin og svara spurningum. Tað er Klipp, Filmsfelag Norðurlandahúsins, sum saman við íslendska [...] við undirtøkuna hetta fyrsta skeiðið. - Útselt hevur verið til onkra sýning, so neyðugt hevur verið at skipa fyri eykasýningum. Tað hevur ikki verið vanligt, tá talan er um norðurlendskan film, sum ikki
ikki var til at vika. Hann varð stutt eftir útskiftur við einum skaða í fótinum. Tað var ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, at málini komu. Fyrst legði Martin Skrtel Liverpool á odda, eftir at hann prikaði [...] rendu Daniel Agger og Kolo Toure høvdini saman. Daniel Agger bløddi illa frá høvdinum, og tað sá út til at hann hevði fingið heilaskjálvta eisini. Inn fyri hann kom grikski Stelios Kyrgiakos. Stutt eftir var [...] Liverpool. Men stutt eftir kiksaði uppdekkingin hjá Liverpool enn einaferð. Emanuel Adebayour slapp at standa púra fríur í 69. minutti, tá City hevði hornaspark, og skallaði bóltin í netið. Síðan legði