Stephen Hawking beinleiðis í Mentanarhúsinum!

Heimskendi vísindamaðurin verður at síggja beinleiðis í Mentanarhúsinum í morgin

Í samstarvið við Televarpið og Carlsberg grunnin, kann Mentanarhúsið í Fuglafirði nú bjóða ein beinleiðis fyrilestur við heimskenda vísindamanninum Stephen Hawking.

 

Fyrilesturin verður hildin í morgin 24. august kl. 16 føroyska tíð.

 

Stephen Hawking er í Danmark í hesum døgum og heldur fyrilestur. Øll 1800 atgongumerkini blivu seld eftir 20 minuttum og tískil valdu fyriskipararnir at senda fyrilesturin beinleiðis í útvaldum kykmyndahøllum í Danmark.

 

Tað er í hesum sambandi, at Mentanarhúsið eisini er sloppið við.

 

Fyrilesturin, ið kallast 'Quantum Black Holes’, snýr seg um loyndarmál alheimsins við serligum atliti til svørt hol. Hetta er nakað, ið Hawking  hevur vígt sítt lív at granska seinastu hálvthundrað árini. Spurningar hann kemur inná, eru m.a.: Hvat eyðkennir svørt hol? Eru tey yvirhøvur til á tann hátt, sum vísindin hevur gingið út frá? Og hvat skula vit gera, um so er, at vit eru í vanda fyri at detta í eitt slíkt?

 

Stephen W. Hawking er ein av heimsins fremstu teoretisku alisførðingum. Hann er serliga kendur fyri síni ástøði um svørt hol og uppruna alheimsins. Hawking hevur fingið eina langa røð av heiðurslønum, m.a. Queen Elizabeth II Companion of Honour og Albert Einstein-heiðursmerkið. Harumframt hevur hann hildið ein hóp av almennum fyrilestrum og givið út fleiri bestseljandi bøkur um stjørnufrøði og uppruna alheimsins, herundir ’A Brief History of Time' og 'The Universe in a Nutshell'.

 

Atgongumerki fáast til keyps fyri kr. 199,- á heimasíðuni hjá Mentanarhúsininum www.mh.fo.