Lava fegnast og Troest ilskast

Lægru deildirnar Andreas Lava Olsen fegnast um enn eitt mál fyri BK Frem, meðan Johan Troest Davidsen og Krzysztof Popcynski mistu eitt fet í oddastríðnum

Fyri viku síðani sá tað rættiliga gott út hjá Aarhus Fremad, har Krzysztof Popcynski stendur við róðri og Johan Troest Davidsen stýrir verjuni. Tá var bert eittans stigi millum teirra lið og oddaliðið Blokhus FC. Eftir at 25 umfar er av, er munurin nú fimm stig, tí Aarhus Fremad tapti 0-2 á útivølli fyri Varde.
Enn er tó møguleiki fyri, at pólski venjarin, sum áður hevur vunnið gull í Føroyum, eisini fer at vinna gull í Danmark, tí framvegis resta fimm umfør av triðbestu donsku fótbóltsdeildini.

Lava loysti av
Longri niðri í deildunum, í Keypmannahavnarseriuni, sum svarar til fimtu bestu donsku deildina, lá væl fyri hjá Andreas Lava Olsen og BK Frem. Leirvíkingurin setti hol á fyri Frem, sum vann heili 0-7 á KB á útivølli. Áleyparin, sum undan skaðanum í fjør taldist millum leikararnar, landsliðsvenjarin Brian Kerr ynskti at hava í sínum hópi, byrjaði inni í dystinum, men skiftur út stutt eftir steðgin.
Hóast sjey mál gingu heili 39 minuttir, áðrenn BK Frem fekk hol á. Eftir innlegg stóð Andreas Lava Olsen við handaru stong og stútaði bóltin trygt í netið. Frammanundan hevði áleyparin havt onkran góðan møguleika, uttan at tað tó gjørdist vandamikið.
Frem liggur á odda í Keypmannahavnarseriuni við 51 stigum eftir sjey dystum, níggju stig frammanfyri nummar tvey, ið hevur spælt ein dyst meiri. 35 av hesum stigum hevur vunnið í kappingini undan vetrarsteðginum. Við sigrinum og mongu stigunum, hevur BK Frem beina kós í móti fjórðbestu donsku deildini.