Liverpool spældi í dag 2-2 móti Manchester City, og longu tá korter var farið, vóru tveir leikarar skaddir.
Tað stendur einki til í Liverpool. So hvørt sum listin yvir skaddar leikarar tódnar eitt sindur, verður dúliga lagt afturat.
Í dag leikti Liverpool á Anfield móti Manchester City. Og longu tá eitt korter var farið, hevði Liverpool framt tvær útskiftingar.
Fyrst rendu Daniel Agger og Kolo Toure høvdini saman. Daniel Agger bløddi illa frá høvdinum, og tað sá út til at hann hevði fingið heilaskjálvta eisini. Inn fyri hann kom grikski Stelios Kyrgiakos.
Stutt eftir var aftur galið. Beint tá vongurin Ryan Babel skuldi skjóta, tveitti ein City leikari seg fyri, og hann hamraði fótin í bóltin, sum tó ikki var til at vika. Hann varð stutt eftir útskiftur við einum skaða í fótinum.
Tað var ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, at málini komu. Fyrst legði Martin Skrtel Liverpool á odda, eftir at hann prikaði bóltin inn eftir fríspark. Hansara fyrsta mál fyri Liverpool. Men stutt eftir kiksaði uppdekkingin hjá Liverpool enn einaferð.
Emanuel Adebayour slapp at standa púra fríur í 69. minutti, tá City hevði hornaspark, og skallaði bóltin í netið.
Síðan legði Stephen Ireland City á odda 2-1 tá 76.minuttir vóru leiktir, men longu minuttin eftir javnaði Yossi Benayoun til 2-2, sum gjørdist endaliga úrslitið.
Sostatt heldur vánaliga gongdin hjá Liverpool fram, og er spurningurin, hvussu leingi Rafael Benitez verður sitandi sum venjari hjá teimum reyðu.










