Deyðstalið er higartil komið upp á 92, men kann saktans koma heilt upp á 97, tí sambært løgregluni leita tey framvegis eftir fýra ella fimm persónum, ið enn eru saknaðir.
Leitað verður bæði á og við Utøya, og í stjórnarbygninginum í Oslo.
Norskir miðlar siga, at drápsmaðurin, Anders Behring Breivik, skjeyt rundan um seg á Utøya í ikki minni enn hálvan annan tíma, áðrenn vápnað løgregla kom fram. Drápsmaðurin yvirgav seg tá uttan mótstøðu.
Hóast Anders Behring Breivik er avhoyrdur í allan dag er framvegis einki komið fram frá løgregluni um, hví drápsmaðurin valdi at gera hetta terrorálopið.
Myndin er tikin fríggjadagin úr einari tyrlu, og løgreglan heldur, at maðurin á myndini er Anders Behring Breivik á veg burtur av strondini aftur. Fleiri lík liggja slødd á strondini, meðan Breivik spákar avstað við vápninum lágt.
Allur heimurin hevur samkenslu við norðmonnum, og NRK hevur víst samhuga heilsanir frá Obama, Hillary Clinton, frá Indonesia, Australia, Týsklandi og einari røð av øðrum londum.
Løgreglan hevur rannsakað garðin, har Anders Behring Breivik hevði sítt jarðbrúk, og har hava teir funnið trý av teimum seks tonsunum av kunsttøð, sum Breivik keypti fyrst í mai. Roknað verður ikki við, at øll trý vantandi tonsini vórðu brúkt til bumbuna í Oslo, og tí leitar løgreglan eftir øðrum bumbum, sum drápsmaðurin kan hava gjørt.
NRK 1, 2 og 3, norskt TV2 og TVNorge senda øll tíðindi alla tíðina, og sum kunnugt ber til at síggja NRK1 umvegis sendinetið hjá Televarpinum.