KÍ byrjaði við sigri

Fótbóltur: KÍ-kvinnurnar, sum eru í Serbia og spæla sínar dystir í ársins europeisku meistarakapping, løgdu seinnapartin í gjár til brots við sigri í fyrsta dystinum

Kappingin hesa ferð verður spæld í norðurserbiska býnum Subotica, og í fyrsta dystinum, sum var seinnapartin í gjár ímóti meistaraliðnum á Malta, Mosta, gjørdu KÍ-kvinnurnar bart og vunnu 1-0, eftir at tað hevði staðið á jøvnum 0-0 í hálvleikinum.
Tá eitt lítið korter var farið av seinna hálvleiki, skoraði Sofía Purkhús einsamalla málið í dystinum, eftir at Elsa Maria Simonsen hevði sent hornaspark inn fyri maltesiska málið. Hetta málið fekk stóran týdning fyri dystin, tí KÍ-kvinnurnar vóru klárt betra liðið og høvdu tí so ruddiliga uppiborið at vinna.
Turru hagtølini talaðu eisini fyri seg, tí KÍ-kvinnurnar vóru nógv ágrýtnari at søkja at, enn tær frá Malta. Tilsamans hevði KÍ 13 skot upp á mál, harav tey seks vóru innan fyri málrammuna, ímóti fýra skotum frá maltesisku spælarunum. Og í hornaspørkum var 9-1 til KÍ.
Sum skilst, eru umstøðurnar fínar, men hitin øgiligur. Í gjár, tá KÍ spældi, var turt og stilt, men hitin millum 25 og 30 stig, sum vanliga er í meira lagi eftir okkara mátistokki.
Annar dysturin á skránni verður í morgin, tá KÍ-kvinnurnar skulu spæla ímóti vertunum úr felagnum Spartak, sum í gjár taptu 0-4 fyri Glasgow City, ið er fjórða liðið í bólkinum hjá KÍ.

Liðið hjá KÍ: Randi Wardum – Paula Mikkelsen, Malena Josephsen, Bára S. Klakstein, Una Joensen – Sofía Purkhus, Elsa Maria Simonsen, Rannvá Andreasen, Sigrid Jacobsen (Tove Sólheyg, 90.), Maria K. Thomsen – Eyðvør Klakstein