I wanna go home. Hesi ódeyðiligu orðini sang Bobby Bare í 1963, og síðani hava fólk kring allan heimin sungið við. Detroit City, sum sangurin kallast, er ein av kendastu country-sangum yvirhøvur, og hann ljóðar eisini heimligur her á okkara leiðum.
Bobby Bare royndi í fimmtiárunum at vinna fram innan tónleikin, men tað var ikki fyrr enn fyrst í seksti árunum, at hann av álvara fekk sítt gjøgnumbrot. Tað var millum annað við stóra hittinum Detroit City, og seinni komu sangir sum 500 Miles Away From Home, Four Strong Winds, Talk Me Some Sense og fleiri.
Bobby Bare spældi eisini duettir inn, og ein av teimum mest kendu er A Dear John Letter, sum hann spældi saman við Skeeter Davis.
Sonurin Bobby Bare jr. er eisini virkin tónleikari, og hann byrjaði tíðliga at syngja saman við pápa sínum. Miðskeiðis í sjeyti árunum høvdu teir eitt stórt hitt við sanginum Daddy What If, og tá var yngri Bobby bert fimm ára gamal. Bobby Bear jr. spælir framvegis nógv saman við pápa sínum.
Bobby Bare er framvegis virkin tónleikari. Hann er væl fyri og framførir nógv á konsertum.
Nú hevur livandi legandan játtað at koma til Føroya at spæla fyri fyrstu ferð, og tað verður ikki meira ektað og meira country, enn tá Bobby Bear fer á pallin á Vágsbøi.