Havið gav – havið tók

Ársins íslendski filmur gongur fyri seg umborð á línubáti og verður sýndur í Havnar Bio mikukvøldið

Havið gav, havið tók stendur á plakatini fyri ársins film í Íslandi, ‘Brim’.

Filmurin, sum er tikin umborð á línubáti, byggir á sjónleik eftir Jón Atla Jónasson, ið varð frumsýndur í 2004. Nýggi filmurin ‘Brim’, sum hin javnaldrandi Árni Ólafur Ásgeirsson leikstjórnar, verður sýndur í Havnar Bio mikukvøldið kl 19:30.

Undir sýningini vera leikstjórin Árni Ólafur Ásgeirsson og handritahøvundurin Ottó Geir Borg til staðar og fara at røða um filmin og svara spurningum.

Tað er Klipp, Filmsfelag Norðurlandahúsins, sum saman við íslendska aðalkonsulinum, Alberti Jónsson, ið skipar fyri filmsýningini. Atgongumerki fáast sum vant á netinum og í Havnar Bio undan sýningini.


Væl nøgd

Brim er seinasti filmurin í várhálvuni hjá Klipp, og fyrireikararnir eru væl nøgdir við undirtøkuna hetta fyrsta skeiðið.

- Útselt hevur verið til onkra sýning, so neyðugt hevur verið at skipa fyri eykasýningum. Tað hevur ikki verið vanligt, tá talan er um norðurlendskan film, sum ikki verður sýndur so ofta her heima. Hetta hevur styrkt um hugsjónina handan Klipp, sum júst er at vísa aktuellan norðurlendskan film, sigur Klipp í einum tiðindaskrivi:

Í heysthálvuni er ætlanin at vísa enn fleiri nýggjar norðurlendskar filmar, mikukvøld í Havnar Bio.

Fyrireikararnir arbeiða við at fáa nýggjastu og mest umrøddu norðurlendsku filmar á skránna, millum annað teir báðar donsku, sum eru í høvuðskappingini á filmstevnuni í Cannes.


Myndatekstur:

Nógvir føroyingar munnu kenna seg heima í pallsetingini fyri ársins íslendska filmi. Brim gongur fyri seg umborð á einum línuskipi