5-MANNAFØR GENTUR: Tað var sannførandi avrik hjá teimum í Sundalagnum, tá ið gentubátarnir kappaðust. Hvassi av Oyri var alla tíðina í fremstu røð, og tað var skjótt, at myrkareyði bátuin stakk seg fram um kappingarneytarnar. Í fyrstu atløgu var tað Erla Kongsdóttir, sum vann í Sundalagnum, ið var næsti kappingarneytin, men tá ið teinurin var hálvrógvin, var tað Spógvin, sum royndi at bjóða av, og sum væl og virðiliga legði grøna bátin úr Fuglafirði aftur um seg.
Spógvin royndi at bjóða av, men tá ið bátarnir nærkaðust málinum, var tað eingin spurningur. Hvassi svam sannførandi og trygt inn ímóti málinum, og fjarstøðan til næsta bátin var ein bátslongd, tá ið skotið brast.
Hvassi vann á Norðoyastevnu, men á Sundalagsstevnu gekk ikki heilt so væl. Ta ferðina vann Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði. Í dag royndist tað ikki so væl hjá teimum úr Fuglafirði, tí tær lógu undir í kappingini um bronsuplássið. Ta kappingina vann Beinta úr Miðvági.
At tað ikki hilnaðist so væl hjá Erlu Kongsdóttir í dag ber við sær, at Hvassi er greitt á odda í FM kappingini.
1 Hvassi 05:04.05
2 Spógvin 05:06.24
3 Beinta 05:13.10
4 Erla Kongsdóttir 05:14.11
5 Sílið 05:24.00
6 Teistin 05:32.24
Støðan
1 Hvassi 20
2 Beinta 16
3 Erla Kongsdóttir 16
4 Spógvin 12
5 Sílið 10
6 Drekin 5
7 Teistin 3










