sýningin av operuni, har Eivør hevur havt høvuðsleiklutin. Áðrenn frumframførsluna segði Eivør, at hon var eitt sindur nervøs og spent. Ivaleyst tí hon ongantíð áður hevur roynt seg innan operu. Men tá [...] skrivaði Eivør á sína Facebook síðu. Seinastu tíðina hevur Eivør havt drúgvar fyrireikingar í sambandi við sín leiklut í operuni sum Marilyn Monroe. Eitt nú hevur hon lisið alskyns bøkur sum amerikansku sjónl
vísir hendingina, hevur verið at sæð í fjølmiðlum kring allan heimin, og nú er eisini ein sangur gjørdur um avgustin. Tað er 30 ára gamli sjónleikarin Jákup Dahl úr Fuglafirði, ið hevur gjørt eina lítla [...] lítla yrking um avgustin, og síðani hevur hann brúkt app´ina Songify til at gera lagið. Spurdur hví hann valdi at gera ein sang um avgustin, hevur Jákup Dahl eitt stutt og einfalt svar: - Alt, sum rørir við
greitt, at HB er tað liðið, sum hevur vunnið FM eftir at hava skorað flest mál. Undan síðsta umfarinum hevði HB skorað 66 mál. So nógv mál hevur einki annað lið, sum áður hevur vunnið FM heitið, skorað. Undan [...] støðutalvan vísir, at FM vinnarin í 2013 skoraði 68 mál. Tað eru tvey fleiri enn nakað lið nakrantíð áður hevur skorað í føroysku landskappingini.
triðbestu deildina. Seinastu trý árini, sum hann hevur spælt við AB, hevur hann spælt 27 dystir í Effodeildini og 30 dystir í næstbestu deildini. Leivur hevur áður spælt í Giza/Hoyvík, og hann gleðir seg til [...] akkurát ov stuttir. Nú skal tað vera, sigur Leivur Holm Joensen í tíðindaskrivinum, sum Giza/Hoyvík hevur sent út. Giza/Hoyvík endaði síðsta kappingarár á triðja plássi í triðbestu deildini.
Isabal er ein ágangandi journalistur, sum hevur eitt loyndarmál, ið kann forða henni at gera sína lívs søgu. Og Halajan er ein 60 ára gomul mamma, sum hevur havt eitt loyniligt forhold í langa tíð. Tær [...] vandamiklastu býunum í heiminum. Á lítlari kaffistovu í býnum hittast fimm kvinnur. Sunny er eigarin, sum hevur brúk fyri einum góðum hugskoti fyri at varðveita sína kaffistovu. Yazmina er ung kvinna, sum er við [...] Skaldsøgan The Little Coffee Shop of Kabul er ein sterk og hitandi skaldsøga, sum Deborah Rodriguez hevur skrivað.
ikki hevur hildið seg til ásetingarnar í rundskrivinum hjá Fíggjarmálaráðnum ið siga, at er upphæddin oman fyri 50.000 krónur, skal tænastan bjóðast út til minst tveir veitarar. - Dia Midjord hevur víst [...] Formaðurin fyri Kringvarpsstýrið hevur ikki aðrar viðmerkingar, enn at málið um undirhaldssendingina verður tikið upp á fyrstkomandi fundi. - Tað var nakað av rumbli um sendingina í fjør eisini, men tað [...] tilfar til undirhaldssendingina, sigur Rúni Heinesen. Men tað kann Dia Midjord jú ikki vita, tí hann hevur ikki boðið sendingina út. - Hetta er so eitt mál, ið vit fara at taka upp á komandi stýrisfundi, sum
farin uttanlands í privatum ørindum og hevur biðið um farloyvi til á Grækarismessu,12. mars. Fyrsti varalimur er Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, men hann hevur eisini boðað frá, at tað liggur ikki [...] umboða Sjálvstýrisflokkin á ting til á Grækarismessu. Hon hevur áður umboðað flokkin á tingið eitt drúgvt tíðarskeið. Kristianna Winther Poulsen hevur verið forkvinna í Javnstøðunevndini og eitt mál, hon fær
staðfestir, at handfaringin av ávísum fíggjarviðurskiftum hevur elvt til grundaðan illgruna um, at alt er ikki farið rætt fram, samstundis sum kommunan hevur noktað Levi Mørk innlit í skjølini í málinum. – Vit [...] Nú Tórshavnar kommuna hevur gjørt av at melda málið um raksturin av Frítíðarskúlanum í Hoyvík og Klubb 188 viðvíkjandi í 2012 og 2013, undrast verjin hjá Levi Mørk, Christian Andreasen, á framferðina hjá [...] Christian Andreasen, sum ikki skilir, hvussu kommanan kann nokta at lata hetta innlit. – Av tí sama hevur Levi Mørk ongan møguleika havt til at fyrihalda seg til málið, men hann noktar seg sekan í teimum
Í nátt hevur onkur brotið inn í eini privathús í Havn eftir brennivíni. Løgreglan fekk boð um innbrotið um sjey tíðina í morgun, tá ið tað varð uppdagað. Onkur hevur brotið ein rút í einum húsum og er [...] er farin inn, har viðkomandi hevur stolið tveir kassar av øli og einar fýra ella fimm fløskur av rúsdrekka. Annars sigur løgreglan frá eini stak friðarligari nátt. Nógv fólk var í býnum og løgreglan sigur [...] sigur, at ymisk smáttarí hava verið av fullum fólki. - Men eingin hevur verið handtikin og tá ið eingin verður handtikin eina nátt, sum í nátt, mugu vit láta væl at, sigur løgreglan. Vakthavandi sigur, at
dag frá, at flokkurin hevur formliga søkt um limaskap í felagskapinum fyri konservativar flokkar í Evropa, Alliance of European Conservatives and Reformists. – Fólkaflokkurin hevur nú í eina tíð verið við [...] Evropa, Alliance of European Conservatives and Reformists (AECR). Huxa, ungmannafelag Fólkafloksins, hevur í ára tíggju verði við í samsvarandi samstarvinum fyri konservativan ungdóm í Evropa, European Young [...] greitt nærri frá sjónarmiðum okkara í sambandi við makrel- og sildastríði við ES. Fólkaflokkurin hevur eisini formliga søkt um limaskap í AECR.