Á kaffistovu í Kabul

(Les!) Á lítlari kaffistovu í einum av vandamiklastu býunum í heiminum hittast fimm ymiskar kvinnur

Kabul, sum er høvuðsstaðurin í Afghanistan, er ein av vandamiklastu býunum í heiminum. Á lítlari kaffistovu í býnum hittast fimm kvinnur.
Sunny er eigarin, sum hevur brúk fyri einum góðum hugskoti fyri at varðveita sína kaffistovu.
Yazmina er ung kvinna, sum er við barn, sum var burturflutt úr einari bygd og flutt til Kabul, har hon skal yvirliva einsamøll.
Candace er ein rík amerikonsk kvinna, sum er farin frá sínum afghanska manni.
Isabal er ein ágangandi journalistur, sum hevur eitt loyndarmál, ið kann forða henni at gera sína lívs søgu.
Og Halajan er ein 60 ára gomul mamma, sum hevur havt eitt loyniligt forhold í langa tíð.
Tær fimm kvinnurnar finna út av, at tær hava meira í felag, enn tær hildu, og at tær saman kunnu broyta lívini hjá sær og øðrum.
Skaldsøgan The Little Coffee Shop of Kabul er ein sterk og hitandi skaldsøga, sum Deborah Rodriguez hevur skrivað.