Levi Mørk fær einki innlit

Nú Tórshavnar kommuna hevur gjørt av at melda málið um raksturin av Frítíðarskúlanum í Hoyvík og Klubb 188 viðvíkjandi í 2012 og 2013, undrast verjin hjá Levi Mørk, Christian Andreasen, á framferðina hjá kommununi.

 

Kommunan staðfestir, at handfaringin av ávísum fíggjarviðurskiftum hevur elvt til grundaðan illgruna um, at alt er ikki farið rætt fram, samstundis sum kommunan hevur noktað Levi Mørk innlit í skjølini í málinum.

 

– Vit høvdu eina greiða avtalu við Tórshavnar kommunu um, at vit skuldu fáa avrit av øllum skjølunum, men vit hava einki fingið, sigur Christian Andreasen, sum ikki skilir, hvussu kommanan kann nokta at lata hetta innlit.

 

– Av tí sama hevur Levi Mørk ongan møguleika havt til at fyrihalda seg til málið, men hann noktar seg sekan í teimum skuldsetingum, sum higartil hava verið frammi, sigur Christian Andreasen við Rás 2.

 

Les eisini: Býráðið meldar Levi Mørk til løgregluna