Ein heiður at spæla Monroe

Tað sigur Eivør, sum um vikuskiftið hevur havt leiklutin sum Marilyn Monroe

Fríggjakvøldið trein Eivør fyri fyrstu ferð á pallin í leikhúsinum MacPherson Playhouse Theatre, sum er í Victoria í Canada, sum Marilyn Monroe.

Frumframsýningin av operuni Marilyn Forever var fríggjakvøldið, og í gjárkvøldið var seinasta sýningin av operuni, har Eivør hevur havt høvuðsleiklutin.

Áðrenn frumframførsluna segði Eivør, at hon var eitt sindur nervøs og spent. Ivaleyst tí hon ongantíð áður hevur roynt seg innan operu.

Men tá frumframsýningin var liðug fríggjakvøldið, var Eivør glað og væl nøgd.

- Ein fantastiskt frumframsýning av Marilyn Forever. Eg havi ongantíð upplivað nakað slíkt áður, skrivaði Eivør á sína Facebook síðu.

Seinastu tíðina hevur Eivør havt drúgvar fyrireikingar í sambandi við sín leiklut í operuni sum Marilyn Monroe. Eitt nú hevur hon lisið alskyns bøkur sum amerikansku sjónleikarinnuna. 

- Tað er ein heiður at sleppa av tulka hesa fantastisku kvinnuna, skrivar Eivør á Facebook, nú tær tvær sýningarnar eru farnar aftur um bak.