Kristianna aftur í Løgtingið

Hon skal sita á tingi í eina góða viku, men fær høvi at viðgera stórmál


Kristianna Winther Poulsen verður nú aftur tingkvinna fyri Sjálvstýrisflokkin í eitt stutt tíðarskeið.

 

Tað hendir eftir at tingmaður floksins, Kári P. Højgaard, er farin uttanlands í privatum ørindum og hevur biðið um farloyvi til á Grækarismessu,12. mars. Fyrsti varalimur er Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, men hann hevur eisini boðað frá, at tað liggur ikki fyri hjá honum at møta.


Sostatt eru aftur boð eftir Kristionnu Winther Poulsen at umboða Sjálvstýrisflokkin á ting til á Grækarismessu.

Hon hevur áður umboðað flokkin á tingið eitt drúgvt tíðarskeið.


Kristianna Winther Poulsen hevur verið forkvinna í Javnstøðunevndini og eitt mál, hon fær høvið at viðgera nú hon er í Løgtinginum, er uppskotið frá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum um at tryggja javnstøðu í nevndunum í almennum partafeløgum.       

Tað kemur til viðgerar í Løgtinginum fríggjadagin.

 

Men tað eru eisini onnur mál á skránni, eitt nú Kringvapið, viðurskiftini hjá bankunum og onnur.