Í annaðkvøld klokkan 19.45 spæla Føroyar á Tórsvølli sætta HM-undankappingardystin í HM-undankappingarbólki L.
Dysturin verður ímóti Montenegro, ið vann 1-0 á Føroyum á heimavølli 25. mars við einum máli, ið var skotið langt inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
Bæði Føroyar og Montenegro hava seks stig undan dystinum, bæði fyri fimm dystir.
Tað verður ein royndur dómari úr sponsku La Liga, ið fer at leiða dystin millum Føroyar og Montenegro.
Talan er um 34 ára gamla, Javier Alberola Rojas. Javier Alberola Rojas hevur dømt 155 dystir í La Liga síðani 2017. So hann skuldi verið vanur við eitt sindur av hvørjum.
FØROYAR - MONTENEGRO
Dómari: Javier Alberola Rojas ESP
Hjálpardómari 1: Alfredo Rodríguez Moreno ESP
Hjálpardómari 2: Iker de Francisco Grijalba ESP
Fjórði dómari: José Luis Munuera Montero ESP
VAR dómari: Alejandro José Hernández Hernández ESP
VAR hjálpardómari: Alejandro Muñiz Ruiz ESP
UEFA dómaraeygleiðari: Matteo Simone Trefoloni ITA
UEFA umboð: Adrian Ixari MDA