Fólkaflokkurin við í konservativum samstarvi í Evropa

Fólkaflokkurin boðar í dag frá, at flokkurin hevur formliga søkt um limaskap í felagskapinum fyri konservativar flokkar í Evropa, Alliance of European Conservatives and Reformists.


– Fólkaflokkurin hevur nú í eina tíð verið við sum gestur í arbeiðinum hjá samstarvinum fyri konservativar flokkar í Evropa, Alliance of European Conservatives and Reformists (AECR). Huxa, ungmannafelag Fólkafloksins, hevur í ára tíggju verði við í samsvarandi samstarvinum fyri konservativan ungdóm í Evropa, European Young Conservatives EYC). Sum ein liður í hesum samstarvi hava umboð fyri AECR og EYC verið gestir hjá Fólkaflokkinum og Huxa, sigur Fólkaflokkurin í tíðindaskrivi.


Millum gestirnar var eisini Daniel Hannan, ES-tinglimur og aðalskrivari í AECR, sum saman við hinum gestunum var á fundi við landsstýrisfólk Fólkafloksins.

Á fundinum var millum annað greitt nærri frá sjónarmiðum okkara í sambandi við makrel- og sildastríði við ES.

Fólkaflokkurin hevur eisini formliga søkt um limaskap í AECR.