HB setti nýtt met

Ongantíð áður hevur eitt lið skorað so nógv mál, sum HB megnaði í ár

Síðsta sunnudag varð tað greitt, at HB er tað liðið, sum hevur vunnið FM eftir at hava skorað flest mál. Undan síðsta umfarinum hevði HB skorað 66 mál. So nógv mál hevur einki annað lið, sum áður hevur vunnið FM heitið, skorað.

 

Undan hesum  kappingarárinum var tað tvær ferðir áður komið fyri, at eitt lið hevði skorað 66 mál. Men tað var felags fyri bæði HB í 2005 og EB/Streym í 2011, at tey skoraðu 66 mál og vunnu silvurkrónurnar. B36 var meistari bæði í 2005 og í 2011.

 

Tá ið HB í gjár var í Runavík eftir FM steypinum og gullkrónunum, vann NSÍ 4-2. Hóast tapið, so eydnaðist tað HB at seta met í málskjóting. Endaliga støðutalvan vísir, at FM vinnarin í 2013 skoraði 68 mál. Tað eru tvey fleiri enn nakað lið nakrantíð áður hevur skorað í føroysku landskappingini.