AB-leikari skiftir til Giza/Hoyvík

Verjuleikari hjá AB fer komandi kappingarár at spæla í triðbestu deildini.

26 ára gamli verjuleikarin, Leivur Holm Joensen, skiftir nú AB og Effodeildina út við Giza/Hoyvík og triðbestu deildina. Seinastu trý árini, sum hann hevur spælt við AB, hevur hann spælt 27 dystir í Effodeildini og 30 dystir í næstbestu deildini.

Leivur hevur áður spælt í Giza/Hoyvík, og hann gleðir seg til nýggju avbjóðingina.

- Eg var við at hjálpa Giza at flyta upp í 2. deild, og nú ætli eg mær at endurtaka bragdið; hesuaferð upp í 1. deild. Tað er sum at koma heim, og eg gleði meg at vera partur av felagnum framyvir. Eg havi hoyrt, at hópurin mest sum verður tann sami sum í fjør, og tá gjørdust teir akkurát ov stuttir. Nú skal tað vera, sigur Leivur Holm Joensen í tíðindaskrivinum, sum Giza/Hoyvík hevur sent út.

Giza/Hoyvík endaði síðsta kappingarár á triðja plássi í triðbestu deildini.